Seinnapartin í dag fer Dánjal Johan Poulsen, sjómansskúlastjóri, alment at taka í móti lidna Sjómanskúlanum frá einum av sínum gomlu næmingum, landsstýrismanninum í undirvísingar- og mentamálum, Torbirni Jacobsen.
Føroya Sjómansskúli er nú endiliga liðugt útbygdur í hesum umfari. Og seinnapartin í dag millum klokkan 15 og 18 verður samkoma fyri innbodnum á skúlanum, har gestirnir umframt at vera við til sjálva yvirtøkuna eisini sleppa at síggja skúlan. Seinni verður so høvi hjá almenninginum at síggja skúlan, verður sagt í tíðindaskrivi frá Føroyua Sjómansskúla.
Føroya Sjómansskúli flutti í 1962 í bygningin, skúlin framvegis húsast í. Men tað var skjótt, at greitt var, at umstøðurnar vóru ov trongar. Næmingatalið vaks, og virksemið øktist, og longu í 1978 varð tí farið at tosað um at byggja út, tí virksemið var vaksið so nógv, og hølisviðurskiftini ikki vóru nøktandi.
Men her, sum so manga aðrastaðni, var ov nógv tosað og ov lítið gjørt. Tí ein sera átroðkandi útbygging dróg út. Væl var uppskot um útbygging gjørt og góðkent í 1983. Projekterað varð, og pengar vórðu settir í grunn. Men í 1987 varð alt steðgað. Og hóast onkrar hissini umbyggingar vórðu gjørdar, varð einki av nakrari útbygging.
Tíggju ár gingu so, til landsstýrið endiliga fekk tikið seg saman til at seta eina bygginevnd, sum skuldi skipa fyri eini veruligari útbygging av Føroya Sjómansskúla, sum munaði nakað.
Hendan útbyggingin, sum nú er liðug, fevnir um ein tilbygning upp á 860 fermetrar. Umframt er spildurnýtt stýrihús gjørt, og onkrar smærri broytingar innan, sum gera, at samlaða fermetratalið, sum umfatað er av útbyggingini, kemur upp á 1.200 fermetrar.
Gamla instrumentrúmið á brúnni er ruddað og verður nú brúkt til skeiðvirksemi, fundir og tílíkt. Brúgvin er útbygd munandi. Hon er gjørd størri, nýggj trappa er gjørd, og veranda er rundan um. Innan er brúgvin heilt nýmótans. Útgjørd við teimum nýggjastu tólunum, sum eru, umframt at hon er sett í smband við simulatorrúmið í neðra. Tríggir framkomnir videoskermar eru eisini niðri í simulatorrúminum. Hesar nýíløgurnar hevur A.P.Møller-grunnurin fíggjað.
Næmingatalið á skúlanum hevur seinnu árini ligið rættiliga støðugt umleið teir 100, verður sagt í tíðindaskrivi frá skúlanum. 17 eru lærararnir í tali.
Skipsføraraútbúgvingin, sum er tann hægsta, skúlin letur, tekur trý ár. Men ávegis verða tvey onnur prógv latin. Eftir fyrsta árið er næmingurin vorðin heimaskipari. Hálvtannað ár tekur at at útbúgva seg til skipara, og tá næmingurin so hevur gjøgnumført øll trý árini, er hann vorðin skipsførari.
Men »et er søkort at forstå, et andet skib at føre.« Hóast næmingurin hevur lokið trýára útbúgvingina, er hann ikki rætiliga leysur av skúlanum, fyrr enn hann hevur verið ígjøgnum eina rúgvu av skeiðum. Tað kunnu verða trygdarskeið, siglingarskeið, telduskeið, brandskeið og mong onnur, sigur Føroyua Sjómansskúli í tiðindaskrivi.