Nýmálað
Hotel Tórshavn hevur sum kunnugt fingið nýggjan eigara, og gamla sjómansheimið hevur nú eisini fingið "nýggjan" lit.
Og tó; liturin ikki so nýggjur kortini, tí sjómansheimið hevur áður verið reytt.
Tað er málarameistarin, Uni Zachariasen, sum stendur fyri málaraarbeiðnum.
- Vit málaðu allan bygningin fyrstu ferð fríggjadagin og aðru ferð leygardagin. Vit vóru níggju mans um hetta arbeiði, og alt gekk væl.
Uni sigur, at teir hava sett stillads um allan bygningin, og tí hevur sjálvt málaraarbeiðið gingið bæði skjótt og væl í hond.
- Á henda hátt er ikki neyðugt at flyta stilladsið, og hetta lættir nógv um og sparir nógva tíð, tá ið slíkt arbeiði skal gerast.
Hann sigur, at nú bygningurin er liðugt málaður uttan, verður tekjan næsta stigið.
- Vit skulu eisini mála tekjuna, og tað verður gjørt so skjótt, tað viðrar.
Hann sigur, at ein partur av tekjuni er sink og ein annar partur stál.
Uni Zachariasen sigur, at teir hava brúkt nakrar hundrað litrar av reyðari máling til bygningin.
Spurdur, um hann kennir søguna aftanfyri, at bygningurin nú aftur er reyður, sigur hann:
- Vit hava sitið saman við leiðsluni og tosað um, hvussu vorðin bygningurin skuldi vera. Vit komu ásamt um, at reytt er ein hugnaligur og heitur litur, sigur Uni Zachariasen, málarameistari.