Sjómannafrádrátturin leggjast um til eftirløn

Landsfundurin hjá Javnaðarflokkurin heitir nú á flokkin um at kanna møguleikarnar fyri at umleggja sjómannafrádráttin til eina eftirlønarskipan. Tað stendur í landsfundarsamtyktini, sum varð gjørd á landsfundinum, sum endaði fyri løtu síðani

Landsfundurin staðfestir eisini, at stóra hallið á fíggjarlógin skal ikki bara minkast við sparingum, men eisini við bygnaðarbroytingum, rationaliseringum, og við øktum vinnuligum inntøkum.

Men tað skal gerast, uttan at missa málið um, at fáa føroysku tjóðina so væl sum gjørligt ígjøgnum kreppuárini.

- Úrslitið av fyrilitarleysum skerjingum kann enda við, at fleiri gerast arbeiðsleys og at fleiri rýma av landinum, sigur landsfundurin.

Landsfundurin mælir eisini til at virka fyri einum skilagóðum fiskidagabanka og einum skilagóðum tilfeingisavgjaldi, ið eggjar til øktar inntøkur í fiskivinnuni, sum tikið verður til.

Landsfundurin staðfestir eisini, at heimarøktartænastan hjá nógvum av okkara eldri er alt annað enn góð. Fundurin heitir á flokkin um at taka hetta álvarsmál upp í landsstýrissamgonguni, so okkara eldru fáa eina virðiliga tilveru.

Men fundurin fegnast samstundis um, at tað er eydnast at útvega meira enn 500 næmingum og lesandi pláss á miðnamsskúlum og øðrum útbúgingarstovnum.

- Hinvegin harmast landsfundurin um, at stuðul til ung í útbúgvingum er skerdur, og mælir til at fáa hann skjótast gjørligt upp á eitt hægri stig.