Sjómannafótbóltur í Klaksvík

Tíðindaskriv

 

Aftur í ár verður fótbóltur fyri sjómenn í KÍ høllini í Klaksvík 28. dec.

Byrjað verður kl 08 á morgni og hildið verður á til klokkan hálvgum fýra. Fiskimannafelagið heldur fund í Klaksvík sama dag, og eftir fundin verður borðhald fyri øllum luttakarum/ spælarum. Øll fiskiskip, sum ætla at luttaka í fótbóltskappingini, skulu boða frá luttøku ikki seinni enn fríggjadagin 21/12 á telefon 217739 ella 220086 ella fax 457611. Luttøkugjaldið sum er 1.000 krónur verður at flyta á konto 102.049.2 í Norðoya Sparikassa, sigur Palli Ziskason, sum er ein av fyrireikarunum.