Ein av stigtakarunum og fyrireikarunum av Føroya Sjómannadegi er Karl Birgir Isaksen, sum hevur verið við øll árini, síðan farið varð undir hetta frálíka familjutiltak í Klaksvík.
Hann heldur, at Sjómannadagurin var góður.
- Sjálvt um regnið sílaði niður, eydnaðist dagurin var.
Karl Birgir Isaksen ynskir at takka øllum stuðlum, hjálparfólki, bjargingarfeløgum, tyrlumanning og teimum, sum løgdu bátar til vatnkríggið, fyri sína luttøku.
Hann takkar eisini øllum teimum, sum nýttu høvi at vitja ymisku tiltøkini og kappingarnar og øllum teimum, sum tóku lut.
Væl av fólki
Tá tú komst til Klaksvíkar fyrrapartin leygardagin, gjørdist tú eitt sindur skakkur. Eftir vegnum stóðu longu rættiliga nógvir bilar, og tá tú koyrdi oman á Stangarbrúnna, sást skjótt, at her var væl av fólki - ikki úti á bryggjuni, men inni í stóra tjaldinum, sum rættiliga var pakkað við fólki.
Stóra morgunmatarborðið, sum plagar at vera á bryggjuni, var sett upp í tjaldinum, og her var næstan ikki innkomandi, so nógv fólk vóru savnaði her leygarmorgunin.
Tá løtur vóru, og regnið hasaði eitt sindur av, vóru fólk á bryggjuni, men so skjótt, sum regnið tørnaði til aftur, sluppu tey flestu sær undir tak aftur.
Eins og undanfarin ár, varð skipað fyri nógvum ymiskum kappingum, bæði til álvara og gamans.
Móttøka fyri Livari
Eitt av hæddarpunktunum á Sjómannadegnum leygardagin var móttøkan fyri Livari Nysted. Hann hevði eisini bátsfelaga sín, Steward, við sær, og teir báðir sóu út til at hugna sær óført.
Tyrlan kom við teimum báðum. Teir vórðu loraðir niður í bát, sum lá úti á vánni. Báturin førdi teir til lands, og síðan var móttøka stóra pallinum, har umboð fyri Klaksvíkar kommunu og Hvannasunds kommunu søgdu nøkur orð, eins og hetjurnar báðar eisini fingu høvi at heilsa øllum, sum vóru komin til móttøkuna.