Um flokkarnir frammanundan hava selt sína atkvøðu til eina danska stjórn ella ein danskan flokk, so verður ongin møguleiki fyri at hava veruliga ávirkan til frama fyri føroyska fólkaræðið. Fremstu málini í hesum valstríði eiga at vera:
1. At skapa fólkaræði í Føroyum
At vit skulu tryggja, at tær stóru avgerðir um okkara uttanríkismál, fíggjarmál og rættindi verða tiknar í Føroyum – og ikki gjørdar av á Christiansborg og í Brússel. Komandi árini eru avgerandi mál á skránni fyri føroyska fólkaræðið, sum til dømis:
- Makrelmálið, har Danmark er mótpartur hjá Føroyum umvegis ES.
- Handilsforðingar – har okkara altjóða støða ikki loyvir okkum at røkja føroysku áhugamál á ein skipaðan hátt.
- At Danmark tekur av fyrivarnini mótvegis ES og leggur fleiri avgerðir um okkara framtíð til Brússel um uttanríkismál, rættarskipan og verjumál.
- Nýggjar reglur fyri peningastovnar, ið hava beinleiðis ávirkan á hvørt húsarhald og alla vinnu í Føroyum.
2. At skapa fólkavøkstur í Føroyum
At halda fram tað stóra arbeiðið hjá Norðuratlantsbólkinum at knýta føroyskar útisetar at føroyska samfelagnum. Og at fáa nógv fleiri lesandi og størri tal av kvinnum til Føroya ella á annan hátt at taka lut í føroyskari samfelagsmenning.
Higartil hevur Norðuratlantsbólkurin gjørt eina røð av átøkum at fáa lýst tað ovurstóra tilfeingi, ið vit eiga eisini uttanfyri landoddarnar og at betra um møguleikarnar fyri fólkavøkstri í Føroyum. Í løtuni verður ein størri kanning gjørd um tey rættindi, ið føroyingar, grønlendingar og danir eiga hvør hjá øðrum, og hvørji átøk eiga at gerast til tess at gera tað lætt og smidligt at flyta í millum londini. Til dømis:
Familjurættindi – harímillum rættindi til børn og arv í sambandi við hjúnarband og hjúnarskilnað
Sosial rættindi – harímillum rættindi til pensjón, almannaveitingar o.a.
Útbúgvingarrættindi
Rættindi á arbeiðsmarknaðinum – harundir at til arbeiðsloysisstuðul
Mentanarlig rættindi
3. At skapa skapa virðing fyri føroyskum sjálvstýrisstríði og rættinum at virka undir egnum samleika
Tað hevur eydnast at vinna stóra virðing fyri føroyskum sjálvstýrisstríði og fyri rættinum at virka undir egnum samleika í heiminum. Bæði millum danskar politiskar flokkar, í almenninginum og í norðurlendskum og altjóða samstarvi. Hóast áhugamálini eru ymisk og trupult at broyta viðurskiftini, tá rættarstøðan í Føroyum er ógreið, so ber gjøgnum fólkatingsarbeiðið støðugt til at trýsta á fyri altjóða viðurkenning og limaskapi innan bæði politiskar, mentanarligar og ítróttarligar felagsskapir.
4. At seta Norðuratlantshav í miðdepilin
Áhugin fyri tí ovurstóra tilfeingi í Norðurhøvum, veðurlagsbroytingum, trygd og tilbúgving veksur í hvørjum. Eisini gjøgnum fólkatingsarbeiðið skulu vit støðugt menna samstarvið millum londini kring Norðuratlantshav og seta rættin hjá tjóðunum í Norðurhøvum at velja sína egnu framtíð ovast á dagsskránna.