Sjálvstýristilgongd og kynsjavnvág ovast á breddan

Stundin er komin at seta ferð áaftur sjálvstýris­stríð­ið, eftir at enn eitt valskeið er spilt burtur í føvningi­num á donsku stjórnini. Sjálvandi skulu føroyingar ráða fyri borg­um í Føroy­um – latið okkum taka saman lógva­tak og fáa hetta gjørt í eini skilagóð­ari sjálvstýristilgongd.

Ingeborg Godtfred

Valevni hjá Tjóðveldi til løgtingsvalið

 

Góðu føroyingar

Vit gera nevniliga einki í óðum verkum, men hava fólkið við okkum, og vit skapa eitt samfelag, har tað er pláss fyri øllum – eisini gomlum, sjúkum og brek­aðum. Tey ungu og barna­familjurnar skulu hava góð kor, og tey bleytu virðini mugu raðfestast frammar­laga komandi árini. Tunlar, flogvallir, vegir og havnir hava fingið alt ov stóra rúmd í politikkinum seinastu árini, meðan sosialpolitikkurin hevur ligið á láni.

Men skulu vit gera nakað munagott, so má javnvág fyrst og fremst fáast millum kynini í politikki. Eg eri til reiðar, eru tit?