Tað liggur eitt langt og drúgt fyrireikingararbeiði afttan fyri samtyktina um sjálvstýri Føroya fólks.
Hetta staðfestir Høgni Hoydal, landsstýrismaður í sjálvstýrismálum, og vísir aftur pástandunum frá Kára Petersen, búskaparfrøðingi, um at hendan koyriætlan fram móti sjálvberandi búskapi og føroyskum fullveldi ikki hongur saman.
Kári Petersen gjørdi í Sosialinum í gjár greitt, at rakstrarútreiðslur landskassans als ikki mugu økjast komandi árini, skulu vit hava ein sjálvberandi búskap innan 2015. Samstundis vísti hann á, at rakstrarútreiðslurnar eru øktar fimm prosent um árið seinastu trý árini undir sitandi samgongu.
Skeivur logikkur
Landsstýrismaðuriní sjálvstýrismálum er tó alt annað enn samdur við búskaparfrøðinginum.
? Um ein búskaparfrøðingur nú sigur, at vit ongantíð skulu kunna klára okkum uttan danskan studning, kann tað ikki vera eitt búskaparligt úttalilsi, men eitt politiskt, sum gongur út frá, at vit fáa studning í allar ævir. Hansara útrokningar byggja jú á, at inntøkurnar steðga upp, meðan útreiðslurnar vaksa eins nógv. Og tá kann einki land klára eina tillaging, sigur Høgni Hoydal.
Høgni Hoydal heldur, at útrokningarnar hjá Kára Petersen minna eitt sindur um Erasmus Montanus logikk. Tað var hann, ið segði: »Ein steinur kann ikki flúgva. Kona mín kann ikki flúgva. Altso er kona mín ein steinur«.
? Í útrokningunum hjá Kára Petersen verður sagt. Vit klára okkum ikki uttan blokkstuðul. Vit minka blokkstuðulin og klára ikki at tillaga okkum. Altso klára vit okkum ikki uttan blokkstuðul, samanber Høgni Hoydal.
Landsstýrismaðurin vísir í hesum sambandi á, at tað ber til at gera júst somu útrokningar, sum Kári Petersen hevur gjørt um sjálvstýrisuppskotið, fyri eitt og hvørt samfelag. Hann hugsar eitt dømi, har inntøkurnar hjá Danmark minka. Men samstundis klára danir ikki at minka meira um útreiðslurnar. Tískil hongur tað ikki saman, og Danmark má taka lán ella fara á heysin.
Nógv forarbeiði
Kári Petersen, búskaparfrøðingur, segði í Sosialinum í gjár, at sitandi landsstýri, sum áður hevur gjørt kunningarherferðir um fullveldisætlanina, higartil ikki hevur viljað, dugað ella torað at gjørt eina útrokning av, hvørjar fylgjur nýggja fullveldisætlanin fer at fáa og leggja ætlanina fyri Føroya fólk. Tí hevur hann av sínum eintingum gjørt sær tann ómak at gera slíka útrokning.
Men heldur ikki hesum er Høgni Hoydal samdur við.
? Landsstýrið hevur gjørt alt sítt forarbeiði nú í trý ár við grundarlag í arbeiðinum hjá einum stórum tali av føroyskum búskaparfrøðingum. Samtyktin á løgtini byggir á hetta forarbeiðið, sum er væl og virðiliga upplýst kring alt Føroya land, sigur Høgni Hoydal.
Landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum vísir eisini á, at tilmælini í Hvítubók eru fylgd. Hvítabók sigur, at neyðugt er við eini tillagingartíð, har rikin verður ein varin og ábyrgdarfullur fíggjar- og búskaparpolitikkur. Tað krevur, at landskassin ikki brúkar meira pening, enn búskaparvøksturin annars loyvir. Altso, at almennu útreiðslurnar ikki vaksa eins skjótt og búskapurin sum heild veksur. Harvið verður ein partur av búskaparvøkstrinum brúktur til at viga upp fyri minkandi blokkstuðuli.
? Hetta hava vit eisini gjørt hesi seinastu trý árini. Búskaparvøksturin hevur verið sera stórur, men landskassaútreiðslurnar eru ikki vaksnar eins nógv, og er tí eitt stórt yvirskot. Hetta yvirskot er tó enn ikki eins stórt og blokkstuðulin, vísir Høgni Hoydal á.
Løgtingið hevur í sjálvstýrissamtyktini samtykt, at blokkstuðulin skal burtur, og at tað, sum eftir er, verður sett í Búskapargrunnin, sum síðani rindar landskassanum eina rímiliga skiftistíð við minkandi gjøldum.
Tvær metingar
Og hvussu hetta mál kann røkkast, hevur landsstýrið gjørt sínar metingar av.
Tá uppskotið um sjálvstýri Føroya fólks varð viðgjørt í uttanlandsnevndini, gjørdi landsstýrið tvær metingar av gongdini.
Onnur metingin byggir á, at vit komandi árini fáa eina kreppu, har búskaparvøksturin fellur, og síðani veksur búskapurin minni, enn hann søguliga hevur gjørt frá 1962 til 1998.
Hin metingin byggir á, at búskaparvøksturin heldur fram eina tíð afturat.
? Eftir fyrru metingini verður kravið, at landskassaútreiðslurnar ikki vaksa. So hongur tað heila saman. Meðan tað eftir seinnu metingini eisini verður rúm fyri vøkstri í almennu útreiðslunum, ger Høgni Hoydal greitt.
Í hesum sambandi spyrja vit Høgna Hoydal, um tað so verður rúm fyri stóru íløgunum, sum til dømis nýggjum suðuroyarskipi, nýggjum landssjúkrahúsi og øðrum, sum samgongan hevur lovað.
? Íløguætlanirnar hjá landsstýrinum byggja ikki á ein vaksandi búskap. Bæði suðuroyarskip, Landssjúkrahús og annað, sum landsstýrið hevur raðfest, byggir á ein íløgukarm, sum ikki veksur, ger Høgni Hoydal greitt.
? Samanumtikið snýr alt seg um, hvørt vit hava álit á, at føroyski búskapurin eisini frameftir fer at vaksa eins nógv og hann hevur gjørt í miðal frá 1962 til 1998. Ella vit halda, at føroyski búskapurin fer at standa í stað. Halda vit, at føroyski búskapurin fer at standa í stað, so er bert eitt at gera hjá teimum, sum koma við slíkum hugburði. Tað er at fara til Danmarkar at biðja um meira pengar, fyri at halda støðið í Føroyum, sigur Høgni Hoydal.