Sjálvstýriskvinnur á ting

Hesa vikuna er Sjálvstýrisflokkurin umboðaður á tingi við tveimum kvinnum. Hetta er aðru ferð, at tvær sjálvstýriskvinnur sita á tingi

Tá vit skrivaðu á Portalinum í gjár, at Rúna Sivertsen og Kristina Toftegaard Larsen skrivaðu løgtingssøgu við at tað er fystu ferð, at Sjálvstýrisflokkurin er umboðaður av tveimum kvinnum á tingi, so var hetta ikki rætt.

Hóast upplýsingarnir komu frá hægsta toppinum í Sjálvstýrisflokkinum, so hevur Andrea Lervig gjørt okkum varðugar við, at hon sjálv sat á tingi í 2001 saman við Helenu Dam á Neystabø, og at tær báðar sostatt eru fyrstu tvær kvinnurnar, sum hava sitið á tingi í senn fyri Sjálvstýrisflokkin.

Nú Rúna Sivertsen situr sjálvonnur á tingi fyri Sjálvstýrisflokkin kann verða vert atg nevna, at hon var ein av trimum kvinnum, sum fyri fyrstu ferð umboðaðu ein og sama flokk á tingi.

17. januar 2001 tóku Katrin Dagbjartsdóttir Johansen og Leila á Lofti sæti á tingi fyri Fólkaflokkin, og saman við Rúnu Sivertsen, sum framman undan var fastur eykamaður fyri Anfinn Kallsberg, sum tá var løgmaður, skrivaðu hesar søgu við at tað fyri fyrstu ferð vóru tríggjar kvinnur, sum umboðaðu sama flokk á tingi.

Tað, sum annars er áhugavert við støðuni nú, tá tær báðar Rúna Sivertsen og Kristina Toftegaard Larsen sita á tingi, er, at ikki bert Kári á Rógvi, Kári P. Højgaard eru í farloyvi hesa vikuna, men eisini hjá triðja Káranum, Kára Petersen, ið er triði maður á listanum, berst frá at taka sæti á tingi fyri føstu limirnar.

Talan verður um tingsess fyri tær báðar hesa vikuna, sum tær ætla sær ikki at sita hendur í favn hesar dagarnar. Eitt nú hevur Rúna Sivertsen sett fram tríggjar munnligar fyrispurningar, sum skulu svarast í dag. Ein er til Rósu Samuelsen, ein til Anniku Olsen og ein til Jørgen Niclasen.

 

Tríggjar fyrispurningar

Sum nevnt setur Rúna Sivertsen tríggjar munnligar fyrispurningar til trý landsstýrisfólk. Teir eru soljóðandi:

Til Jørgen Niclasen:

Viðvíkjandi ST-sáttmálanum um rættindi teirra brekaðu

 

Kann landsstýrismaðurin upplýsa fyri Løgtinginum, nær hann væntar, at ST-sáttmálin um rættindi teirra brekaðu kann verða settur í gildi í Føroyum?

 

Viðmerkingar

Tann 27. januar 2009 verður á heimasíðuni hjá Uttanríkisráðnum boðað frá, at landsstýrismaðurin á landsstýrisfundi hevur fingið undirtøku fyri at halda fram við at fyrireika ígildissetan av ST-sáttmálanum um rættindi teirra brekaðu. Tó verður einki upplýst um, nær væntast kann, at sáttmálin kann fáa gildi fyri Føroyar.

 

Annika Olsen verður spurd:

Viðvíkjandi íløguraðfesting

 

1. Kann landsstýriskvinnan greiða frá, hvussu íløgurnar í samferðslukervið verða raðfestar næstu árini? Serliga, hvussu raðfest verður millum íløgur, ið eru feldar sum verklagslógir, men hava fingið játtan, og íløgur, ið eru samtyktar sum verklagslógir, men ikki hava fingið játtan?

 

2. Tekur landsstýriskvinnan undir við, at í 2009 verður nakað flutt frá óvissum íløgum til almennan rakstur, herundir átrokandi almannaútreiðslur og íløgukendan rakstur í útbúgvingarkervinum?

3. Fer landsstýrismaðurin at leggja fram broytingaruppskot ella nýuppskot viðvíkjandi viðkomandi verklagslógum?

Viðmerkingar

Fíggjarnevndin hevur sett røð av nýíløgum ígongd, uttan at semja er fingin í lag um at fremja hesar komandi fíggjarárini.

 

Løgtingsmál 36/2007 um fast samband Sandoyar og Streymoyar millum varð samtykt – men bert tvær milliónir eru játtaðar.

 

Løgtingsmál 134/2007 um tunnil við tilhoyrandi vegasambandi millum Klaksvík, Árnafjørð og Depil varð hinvegin felt – men 22 milliónir eru játtaðar.

 

At enda spyr hon Rósu Samuelsen:

Viðvíkjandi setanarsteðgi hjá tí almenna

 

Er ætlanin at setanarsteðgurin hjá tí almenna eisini skal raka tey, ið ongan møguleika hava at klára seg sjálvi uttan við hjálp frá stuðlum?

 

Viðmerkingar

Í fyrispurninginum verður hugsað um øll tey, sum av einari ella aðrari orsøk eru bundin av at fáa hjálp frá øðrum til at gjøgnumføra sín gerandisdag. Er tað so, at setanarsteðgurin eisini umfatar persónligar stuðlar hjá fólki við serligum tørvi, koma sparingarnar at raka sera tilvildarliga og tískil eisini órættvíst.

 

Rúna Sivertsen og Kristina Toftegaard Larsen sita sum nevnt á tingi vikuna út.