Sjálvstýrisflokkurin ynskir yvirtøku á ólavsøku

– Vit hava drigið somu línu líka til nú, men vit eiga at halda fast við ólavsøku sum mál fyri yvirtøkuni, sigur Kári P. Højgaard, formaður í Sjálvstýrisflokkinum og limur í politiska fylgibólkinum, sum hevur fylgt yvirtøkuni av fólkakirkjuni.

Kári P. Højgaard heldur, at tey í fylgibólkinum hava havt eitt ógvuliga gott samstarv, men at nakrir snávingarsteinar eru nú móti endanum, slepst ikki undan heldur hann.
Kári P. Højgaard harmast um, at tað ikki eydnaðist at fáa kirkjuna yvirtikna í undanfarnu samgongu, men rósar samstundis landsstýrismanninum fyri at hava gjørt eitt gott arbeiði í hesum málinum.