Sjálvstýrisflokkurin stuðlar minnilutasamgongu

Hetta sigur Jan A. Joensen, formaður í landsnevndini hjá Sjálvstýrisflokkinum, við Sosialin og sigur, at hetta møguliga kann geva breiðar politiskar semjur - Tað verður ein minnilutasamgonga við okkara samstarvi, ja, men vit meta, at hetta er jaligt fyri føroyskan politik, og tá vit siga breitt samstarv, so meina vit hetta, sigur Jan A. Joensen, formaður í landsnevndini hjá Sjálvstýrisflokkinum.

Sjálvstýrisflokkurin ætlar ikki at binda seg beinleiðis til sitandi samgongu orsakað av turbolensinum, ið hevur verið í samgonguni seinasta hálva árið. Hinvegin ætlar Sjálvstýrisflokkurin, í verandi støðu, at stuðla einari minnilutasamgongu og vónar, at breiðar politiskar avgerðir og semjur kunnu koma av hesum.

Sjálvstýrisflokkurin, ið hevur sitið við góðum politiskum kortum seinastu tíðina, metir hóast alt, at samgongan eigur at fáa ein kjans sum minnilutasamgongu, og um hetta vísir seg at rigga væl, er møguleiki fyri, at flokkurin fer inn í tættari samstarv.