John Johannessen
Mangt er, sum bendir á, at limir Sjálvstýrisfloksins, skulu vænta sær eina harða uppgerð um fullveldismálið á landsfundinum, ið verður í Klaksvík 5. mei. Tað er í øllum førum heilt greitt, at høvðuspersónar floksins ikki eru samdir um førda politikkin í fullveldismálinum.
Sjálvt teir báðir tinglimir Sjálvstýrisfloksins, Sámal Petur í Grund og Jákup Sverri Kass draga hvør sína línu í hesum máli. Meðan Sámal Petur í Grund heldur ferðina vera ov líta, heldur Jákup Sverri Kass, at landsstýrið hevur sett alt ov nógva ferð á fullveldisætlanina.
Stutt skiftistíð
besta loysnin
Sámal Petur í Grund heldur tað vera best, at vit gerast sjálvstøðug so skjótt sum møguligt. Tí mælir hann landsstýrinum frá at heingja seg ov nógv spurningin um búskaparliga skiftistíð. Hann heldur heilt greitt, at landsstýrið skal taka av tilboðnum frá donsku stjórnini um eina skiftistíð á trý til fýra ár.
? Eg rokni við, at hatta tilboðið inniheldur eina kapitalisering, ið ger, at vit fáa eins nógvan pening burturúr, sum vit fáa, um vit minka blokkin so við og við eftir 15 árum, sigur Sámal Petur í Grund.
Sjálvstýristingmaðurin ger greitt, at tað altíð kostar at slíta eitt samband. Men samstundis heldur hann, at pínan verður minni, jú skjótari loysingin verður avgreidd.
Sámal Petur í Grund samanber støðuna við tá lomvigapisan fyrstu ferð skal á flog. Hann sigur, at um lomvigapisan slapp av gera av, um hon skuldi tveitast av rókini, hevði hon uttan iva útsett til í morgin. Men hon sleppur ikki at taka nakra avgerð í hesum máli. Hon verður tveitt av rókni, og tá uppdagar hon, at hon beinanvegin dugir at flúgva.
Kortini ásannar Sámal Petur í Grund, at tað í fullveldismálinum ikki bert snýr seg um eina fíggjarliga skiftistíð, men eisini um eina sálarliga skiftistíð. Og hann er greiður yvir, at vanligi føroyingurin heldur skiftistíðina á fýra ár vera ov stutta. Men kortini heldur Sámal Petur tað eisini vera best sálarliga, at hava stutta skiftistíð.
? Ein skiftistíð er altíð torfør. Men er hon long, er talan um seigpíning. Tí er best, at vit fáa hana avgreidda so skjótt sum møguligt, sigur hann.
Mugu hava fimtan ár
Hin sjálvstýristingmaðurin, Jákup Sverri Kass, tekur als ikki undir við sjónarmiðunum hjá Sámal Peturi í Grund. Hann metir tað vera avgjørt neyðugt, at skiftistíðin verður fimtan ár, eins og landsstýrið leggur upp til.
Hóast ein búskaparlig skiftistíð kann innihalda eina kapitalisering, soleiðis at hon gevur eins nógvan pening, sum ein jøvn niðurgongd í blokkstuðulinum yvir 15 ár, metir Jákup Sverri Kass ikki, at vit koma at klára okkum við so stuttari skiftistíð.
? Føroyska samfelagið klárar ikki at stilla seg um eftir so stuttari skiftistíð. Heldur ikki, um ein skiftistíð á fýra ár gevur okkum eins nógvan pening, sum modellið við 15 árum, sigur Jákup Sverri Kass.
Ungi sjálvstýrismaðurin ger greitt, at tað er búskaparliga frælsið, ið avgerð, um vit eru persónliga fræls. Tí heldur hann tað hava alstóran týdning, at búskaparliga skiftistíðin verður so góð, sum møguligt.
? Eg vil fegin gera greitt, at eg haldi ferðina vera ov nógva í fullveldismálinum beint nú, sigur Jákup Sverri Kass og vísir á, at hann er sjálvstýrismaður og ikki loysingarmaður.