Tvey høvuðsmál eru á skránni fyri almenna eykaaðalfundin hjá Sjálvstýrisflokkinum leygardagin.
Fyrsta málið er at fáa broyt leiðslubygnaðin í flokkinum, soleiðis at politiski framsøgumaður floksins og formaðurin er sami persónur.
Eftir verandi skipan hevur Sjálvstýrisflokkurin ein formann í tingbólkinum og ein formann fyri landsnevndina. Formaðurin fyri landsnevndina virkar sum formaður fyri baklandi, meðan formaðurin í tingbólkinum er politiskur formaður.
Hendan skipan hevur verið heldur ørkymlandi, tí hon hevur skapt iva um, hvør er veruligi formaður floksins. Flokkurin og fólk yvirhøvur hava ivast í, hvør av hesum formonnum er tann, ið alment eigur at melda út vegna flokkin.
? Vit skulu nú hava eina greiða skipan, sum limirnir í flokkinum og fólk annars skilja, sigur Sámal Petur í Grund, formaður í tingbólkinum.
Nýggja skipanin leggur upp til, at flokkurin framvegis skal hava ein politiskan formann og ein formann fyri landsnevndina. Men eftir nýggju skipanini skal tað verða politiski formaðurin, ið er talsmaður floksins úteftir. Formaðurin fyri landsnevdina skal taka sær av ymsum umsitingarligum uppgávum og samskipan.
Báðir formenninir verða valdir beinleiðis á hvørjum landsfundi.
Melda greitt út
Hitt málið á dagsskránni er at gera ein greiða yvirlýsing um framtíðarstevnu floksins.
Fullveldismálið fer eftir øllum at døma at fylla ein stóran part av yvirlýsingini.
? Vit fara at melda út, at vit taka fult undir við nýggju stig fyri stig loysnini, sum landsstýrið er vorðið samt um viðvíkjandi fullveldismálinum, sigur Jákup Sverri Kass, tingmaður Sjálvstýrisfloksins.
Jákup Sverri Kass vísir á, at Sjálvstýrisflokkurin er samdur um, at nýggja semjan er ein nógv betur leið fram móti fullveldinum, enn upprunaliga fullveldisætlanin.
? Hetta er ein skipan, sum vit vænta fer at bera á mál eftir nøkur ár. Men vit taka ikki undir við, at tað skal vera innan 2006, sum Tjóðveldisflokkurin hevur meldað út, sigur Jákup Sverri Kass.
Men Sjálvstýrisflokkurin ætlar sær eisini at taka onnur mál við í yvirlýsingina. Hann fer at vísa á, at fullveldismálið hevur tikið nógva orku frá umsitingini, og at neyðugt er at fáa virknan politikk aftur í Føroyum, soleiðis at greið lóggáva millum annað kann gerast fyri útlendskan kapital í Føroyskari vinnu.
? Hetta við kapitalinum er nakað, sum vit fara at leggja nógva orku í at fáa greiðu á, sigur Jákup Sverri Kass.










