Sjálvstýrið vil hava fyrningina burtur

Sjálvstýrisflokkurin er sinnaður aftur at reisa málið um MVG endurgjald frá Taks í løgtinginum.

Men í eini almennari áheitan heitir flokkurin á landsstýrismannin og Taks í felag um at melda greitt út, at landið ikki fer at gera fyrning galdandi. Hetta sigur flokkurin eftir at Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri, í sjónvarpinum róði framundinr, at fólk kortini eiga at verða javnsett, og somu áksoðan sigur Sjálvstýrisflokkurin, at Anfinn Kallsberg, formaður í fíggjarnevnd løgtingsins hevur borið fram.

- Landsnevnd Sjálvstýrisfloksins hevur heitt á tingmanningina um at leggja uppskotið framaftur. Tingbólkurin er sinnaður at gera tað, men ruddiligast var, um landsstýrismaðurin og TAKS í felag meldaðu greitt út, herundir skrivliga til hvønn einstakan, ið hevur gjørt vart við seg við kæru ella á annan hátt, at landið ikki fer at gera fyrning galdandi, í øllum førum ikki fyrrenn frá tí degi, tá ið fyrsti kærunevndarúrskurðurin varð sagdur, sigur Kári P. Højgaard, formaður Sjálvstýrisfloksins.

- Tí verður hervið alment heitt á Føroya Landsstýri um at gera greitt, hvørja støðu landið hevur, so sleppast kann undan at viðgera hetta sum politiskt stríðsmál á tingi, sigur hann.