Sjálvsstýristilgongdin mønustingin

Tað er harmuligt sum javnaðarmaður at ásanna, at málið um neyðugu broytingarnar í ríkisrættarstøðu okkara ikki fær eina veruliga og mannsømiliga viðgerð. Tjóðveldisflokkurin fekk so dyggiliga drigið Fókaflokkin og Sjálvstýrisflokkin upp á tráð.

Fyri umleið tjúgu árum síðan legði Javnaðarflokkurin upp til kjak um neyðugar broytingar í ríkisrættarstøðu okkara.

Uppskotið frá Javnaðarflokkinum hevði heiti Sjálvstýrislóg, og tað uppskotið er í høvuðsheitum endurgivið í faldaranum, sum flokkurin sendi til hvørt húsarhald í landinum.

Tíverri fekst ikki ljóð fyri Sjálvstýrislógini. Men harafturímóti eydnaðist tað Tjóðveldisflokkinum við síni víðgongdu og órealistisku kós at snara løgmann og fylgisveinar hansara, so at alt veruligt frælsi fyri føroyingar nú er farið langt út av sporinum. 

Landsstýrið hevur so staðiliga prógvað, at loysingarleiðin er veruleikafjar, óklók og skaðilig fyri okkum sum fólk. Tað skaðiligasta er júst uttanumtosið. Hetta, ikki at greiða frá veruleikanum, men billa fólki inn, at lívsgrundarlagið og framburðsmøguleikarnir hjá okkum verða bestir uttanfyri ríkisfelagsskapin. Veruleikin er júst tann øvugti.

Eg haldi, at samgongan eigur at taka í egnan barm og viðurkenna, at fullveldisætlan teirra er miseydnað.

Sjálvstýrislógin hjá Javnaðarflokkinum má nú koma á skránna. Hinir flokkarnir mugu finna saman við okkum at tala um eina veruliga loysn á ríkisrættarviðurskiftunum.

Sjálvstýrislógin vísir á eina veruliga frælsisleið. Eftir henni skal eingin ivi vera um, hvør leggur framtíðarætlanir í føroyska samfelagnum. Tað skulu føroyingar sjálvir og eingin annar, tí eingin annar er betur førur fyri at avgera, hvat er

gott fyri føroyingar, enn føroyingar sjálvir.

Men Sjálvstýrislógin skal samstundis staðfesta ein samstarvssáttmála millum Føroyar og Danmark, sum tvey sjálvstøðug og javnsett lond í ríkisfelagsskapi hvørt við annað.

Munurin á okkara uppskoti og samráðingarupplegginum hjá landsstýrinum er fyrst og fremst, at føroyingar skulu ganga fram í øllum lutum. Vælferðarsamfelagið skal ikki skerjast, men mennast. Búskaparstøðan skal styrkjast og skipast á skilagóðum støði, soleiðis at hetta samfelagið í mest møguligan mun gerst búskaparliga sjálvbjargið.

Høvuðsmálið í Sjálvstýrislógini er, at vit ikki lata burturav okkara rættindum í ríkisfelagsskapinum, men harafturímóti í felagsskapi í ríkinum vinna borgarum bestu møguleikar. Men málið er ikki minni, at tað eru føroyingar sjálvir og eingin onnur tjóð, ið ger av, hvat er best fyri hetta land og hetta fólk. Tí vilja vit gera ein sáttmála millum londini, sum gevur okkum javnbjóðis rætt og skyldu í felags ríkinum. Hetta ber til. Hetta er ein møguleiki, sum kann setast í verk.


Hans Jørgensencute;ðini eg havi fingið frá venjarum og meiri royndum leikarum er, ikki at fara upp at flúgva, men allatíðina at hava bæði bein á jørðini, hóast tað gongur væl. Og so er tað sjálvandi eisini sera týdningarmikið áhaldandi at arbeiða hart.



- Ein skal vera fótbóltsspælari 24 tímar um døgnið

Men hvat hendir við teimum ungu leikarum, sum verða vrakaðir av liði sínum og hava onga útbúgving?

- Ungir fótbóltsleikarar hava í øllum førum allir fólkaskúlan, eins og eg havi, og frá tí grundarlagi kann ein byggja víðari á, um ein skuldi verðið vrakaður. Men sum oftast er bert hjá teimum at finna eitt annað felag á lægri støði.

Spurdur, um fótbóltur ikki er eitt sindur óvist at byggja á, um ein knappliga skuldi verðið vrakaður uttan at hava nakra útbúgving, sigur Lennie, at tað er heilt víst fleiri leikarar, sum uppliva júst hatta.

- Tað er í roynd og veru so fáir leikarar sum fullføra tað, sum allir droyma um, nevniliga at gerast fulltíðar yrkisleikarar við stórum feløgum, so ein má vera til reiðar til ikki at megna tað.

Tá prátið kemur inn á skaðar og annað, sigur Lennie, at um tað knappliga ein dag skuldi borið so á, at hann gjørdist skaddur fyri lívið, hevði hann farið at arbeitt í handlinum hjá pápa sínum.


Hvørjar eru framtíðarætlanir tínar innan fótbólt?

- At vera fastur maður á Premier League liðnum hjá Chelsea, og so vónandi eisini at koma á enska landsliðið einferð í framtíðini. Tað er stutt sagt mítt mál. Hann leggur afturat, at tað fer sjálvsagt at verða sera torført. Í løtuni spælir Lennie á U-19 liðnum hjá Chelsea, og hóast hann bert er 16 ára gamal, er hann fyrsti málverji har. Hann ynskir at koma so skjótt sum gjørligt á eykaliðið hjá Chelsea, fyri síðani at koma inn á Premier League liðið.


Hvat er kravið hjá tær og hjá ungum fótbóltsleikarum sum heild, um teir skulu fullføra sín dreym?

- Tað ræður um at vera fótbóltsleikari 24 tímar um døgnið, og at arbeiða hart bæði á og uttanfyri vøllin. Uttanfyri vøllin skal ein lata vera við at koma sær uppí trupulleikar og tílíkt. Annars er bert at arbeiða so hart sum tilber, tí eingin kemur sovandi til nakað.

Vit hava ferð eftir ferð sæð bretskar leikarar havt trupulleikar uttanfyri vøllin, og av mongum kann eg nevna t.d. Paul Gascoigne og fyrrverandi Manchester United stjørnuna George Best, so tað er ikki av tilvild, at Lennie sipar til júst hetta.

Til seinast ynskja vit 16 ára gamla málmanstalentinum úr Chelsea, Lennie Pidgeley, alt tað besta í framtíðini, og vóna at hann ein dag fullførir dreym sín. Minst til navnið Lennie Pidgeley, tað kann knappliga koma á sjónvarpsskíggjan ein leygardag seinnapart heima í stovuni.....