Sjálvsstýrisflokkurin fegin um uppskotið um eitt valdømi

-Sjálvstýrisflokkurin tekur undir við og fegnast um, at uppskot um Føroyar sum eitt valdømi loksins verður lagt fyri Løgtingið, sigur Kári P. Højgaard. Kári P. Højgaard vísir á, at uppskotið hjá Edmundi Joensen er í tráð við eitt uppskot til samtyktar, sum Sjálvsstýrisflokkurin legði fyri Løgtingið í farnu tingsetu.

At Føroyar verða skipaðar í eitt valdømi loysir trupulleikan við tingmannabýtinum, men samstundis mugu onnur atlit takast, swigur Kári P. Højgaard.

-Vallógin má eisini tryggja javnstøðu, antin við javnstøðu á vallistunum, við møguleika fyri raðfestari uppstilling, ella við at býta listaatkvøður eftir kyni. Bæði Kvinnusamskipanin, Demokratia og Javnstøðunevndin hava víst á hetta, sigur Kári P. Højgaard og leggur afturat, at vallógin má ikki gera tað óneyðuga trupult at stilla upp ella fáa umboðan á tingi.