Sjálvsagt skal Merkið í húnar hátt!

- Alt løgtingið atkvøddi 21. desember fyri, at send­i­stova Føroya í Íslandi skal vera partur av donsku att­a­ché­skipanini á donsku send­i­stovuni í Reykjavík

Bjarni Djurholm

Í november kunnaði løgmaður lands­stýrið um, at hann hevði tik­ið avgerð um at stovna send­i­stovu Føroya í Reykjavík. Upp­skot­ið skuldi á fíggjarlógina fyri 2007. Løgmaður fekk fulla und­irtøku fyri ætlan síni.
Tá uppskot løgmans var orð­að, var tað í samsvari við utt­anrík­is­politisku heimildirnar so­leið­is, at vit kunnu fáa send­i­um­boð í Íslandi við somu tign, sum okkara sendimenn í Brux­ell­es og London hava.
At sendiumboð okkara skuldi vera partur av donsku att­a­ché­skip­an­ini í Íslandi gjørdi und­ir­rit­aða nakað ivandi, tá Ísland av mong­um – og av røttum, verður fat­að øðrvísi enn onnur lond (sum eisini Poul Mohr lýsti her­fyri). Tí varð bíðað við spenn­ingi eftir hvat løgtingið fór at siga.
19. desember legði fíggj­ar­nevnd­in álit fyri løgtingið, og varð allur ivi hjá undirritaða gjørd­ur til skammar.
At meirlutin í fíggjarnevndini tók undir við uppskoti løgmans var kanska væntandi, men eisini minn­i­lutin, tjóðveldið, duplaði upp­skot løgmans í sínum áliti við hesi orðing (beinleiðis end­ur­givið):

»Í sambandi við, at Hoy­víks­sátt­mál­­in er komin í gildi, eru vit nú komin til, at tað er av stór­um týdningi, at føroysk send­i­stova verður sett á stovn í Ís­­landi, sum kann hjálpa før­oyska vinn­u­lívinum og føroysku al­­mennu skipanini á staðnum. Tí­­skil hevur Landsstýrið avgjørt at seta eitt sendiumboð við somu tign, sum okkara send­i­menn í Brússel og London, í Íslandi. Send­i­umboðið verður part­ur av donsku att­a­ché­skip­ani­ni og fær inn­ivist á donsku send­i­stov­uni í Reyk­j­avík.«

Sostatt tók tjóðvelið ikki bert und­ir við orðing løgmans, men gjørdi hana beinleiðis til sína egnu. Atkvøðuúrslitið í løg­ting­i­num var eisini samsvarandi mark­leysu vælvildini. 21. des­em­ber varð uppskotið samtykt við 32-0-0 atkvøðum! Ja, tú les­ur rætt – 32 tingmenn atkvøddu ja, eingin blankt og eingin nei.
Allir tinglimir atkvøddu fyri, at sendiumboð Føroya í Íslandi skal vera partur av donsku att­a­ché­skip­anini og fáa innivist á donsku sendistovuni í Reykj­a­vík.
Undirritaði var ovfarin av hesi máls­gongd. Men tingið ger, tað ting­ið vil - og løgtingið hevur altíð rætt. Sendistova okkara í Ís­landi var soleiðis við løg­tings­lóg løgd til løgmann at av­greiða.

Bróta lóg
Síðani hava fyrispurningar verið í ting­i­num, viðgerð í miðlunum og nú uppskot til samtyktar um at steðga løgmanni í Íslandi!? Nú skal løgtingið heita á løg­mann um at bróta lógina, sum alt løgtingið samtykti 21. des­em­ber? Er ketan ikki púra lopin av?
Spurningar og uppskot eru tær beru eftirrationaliseringar. Nú verður symbolikkurin dyrk­að­ur fyri at tekkjast nøkrum velj­ar­um.
Sjálvsagt skal Merkið í húnar hátt í Reykjavík, og sjálvsagt skulu vit hava ta tign, sum okk­um tilkemur sum tjóð. Hesum virk­ar løgmaður fyri. Tað álit hev­ur undirritaði á honum.
Men at viðgera spurningar og upp­skot í tinginum um at steðga lø­g­manni, og fáa hann at bróta løg­tings­lóg, sum 32 tinglimir hava samtykt, er beinleiðis kom­iskt, fyri ikki at siga trag­i­u­kom­iskt.
Undarligt, at fjórða stats­vald­ið í sínum avdúkandi journal­ist­ikki ikki hevur varnast hetta?