Sjálvsagt hjálpir Tórshavnar kommuna

Bjørghild Djurhuus, Forkvinna í Trivnaðarnevndini
-----
Fríggjakvøldið varpaði Dagur og Vika ljós á, trup­ul­leikan við at Tórshavnar kommuna selur eina av sínum ognum og at fólk verða sett á gøtuna.
Húsini í J.Paturs­son­ar­gøtu er sett til sølu, og fólkini ið búgva har, hava fingið boð um hetta, eins og teirra rættindi sum leig­arar.
Um so er, at leigar­nir sum eru í húsinum, ikki sleppa at halda áfram, tá hús­ini verða seld, so finn­að vit í Tórshavnar komm­unu sjálvsagt eina loysn til teirra.
Í samanbandi við sos­i­alar íbúðir, so hava vit tryggja okkum framí­hjá­rætt hjá Bústaðir, at keypa ella leiga íbúðir, so skjótt hesar eru tøkar.
Eisini er umráðandi at viðurkenna, at hesar íbúð­ir eru nýggjar og nógv­ar av okkara sosialu íbúð­um ikki eru tíðarhósandi.
Sjálvsagt skulu og vilja vit hjálpa okkara borg­arum, um enn evsta ábyrgd er hjá landinum/Alm­annaverkinum
Ongin endar á gøtuni í Tórs­havn Kommunu.