Vónandi kann Jenis av Rana nú koma við eini loysn uppá, hvussu fornminnini í Kirkjubø kunnu bjargast undan at fara í havið.
Tað heldur Heðin Mortensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin. Hann vil nú hava landsstýrismannin í mentamálum, Jenis av Rana, at koma við eini ætlan fyri, hvussu fornminnini í Kirkjubø kunnu bjargast undan at fara í havið í eini ódn.
Her hugsar hann um Ólavskirkjan í Kirkjubø, sum er vard móti sjónum við einum brimgarði, sum er frá 1874.
Men síðani hava veður og vindur máað so nógv burtur av honum, at hann er ógvuliga illa farin og í fleiri ár hevur verið sagt, at kirkjan, og onnur fornminni, kunnu fara fyri skeyti í brimi, nær sum helst.
Seinastu árini eru kanningar gjørdar og í fyrrárið vísti ein kanning, at tað loysir seg betur at gera verjumúrin av nýggjum heldur enn at gera ábøtur á tann gamla.
Haraftat varð mælt til, at brimbrótarar, ið ikki eru sjónligur, vera lagdir út longri úti á víkini, undir sjónum, so at teir ikki eru sjónligir.
Og Heðin Mortensen heldur, at tað er sjálvsagt, at grót úr Sandoyartunlinum verður brúkt til endamálið.
– Felagið, sum ger Sandoyartunnilin, hevur havt trupuleikar at sleppa av við grótið, og tí hevði tað verið sjálvsagt at brúkt hetta grót til hetta arbeiðið, sum er beint við, heldur løgtingsmaðurin.