Sjálvsævisøga við samtíðar ískoyti

Petur Jacob Sigvardsen hevur júst útgivið eitt bókaverk, sum verður nevnt ”Í vesturskini - sjálvsævisøga við samtíðar ískoyti”. Bókaverkið er í tveimum bindum og 800 síður

Bókaverkið varð lagt fram á í Miðvági og í Sørvági í gjár, og har var fitt av fólki komið saman at hoyra, hvat høvundurin hevði at siga um verkið og at ogna sær tað.

Petur Jacob Sigvardsen var lærari í Vága sýslu í 17 ár, og tað var orsøkin til, at hann legði bókaverkið fram í Vágum.

Bøkurnar lýsa sera hendingaríka lívssøgu hjá einum bygdardreingi, sum tá bara 14 ára gamal fór heiman, og til hann nú, lívssól hansara stavar í vestri, hevur litið aftur á minnisríku lívsævi sína og fest tað á blað í einum løttum og livandi málbúna. 

Bókaverkið er myndskrýtt við okkurt um 300 frálíkum myndum.

Eftir at Petur Jacob Sigvardsen sum 65 ára gamal valdi at fara úr starvi, hevur hann hildið fram við bókmentaliga arbeiði sínum, og við hesum báðum bókum, hann nú sum eldri maður leggur úr hondum, hevur hann skrivað og givið út 20 bøkur í bundnum og óbundnum máli, sum tilsamans eru 5.800 síður.

##med2##