Sjálvrannsakan í HB-leguni

Andrew av Fløtum var, sum vera man, sera vónbrotin, tá tað stóð greitt, at HB ikki er partur av steypafinaluni í ár.

- Fyrst og fremst vóru tað sjálvandi mál, sum manglaðu. Men eg haldi, at sæð yvir tveir dystir, so sýndu vit ikki rætta viljan, fyrr enn vit í dag koma afturum og standa við rygginum móti múrinum. Inn til tá var tað bara nógv for slapt hjá okkum.

Tit hava ikki skorað serliga nógv mál seinastu vikurnar. Ger tað eisini, at tit spæla eitt sindur við hondbremsuni uppi?

- Tað skapar sjálvandi ein ávísan ótryggleika, tá mann veit, at vit ikki hava leverað. Og persónliga eri eg sera vónbrotin. Bæði vegna liðið og vegna meg sjálvan. Og eg haldi, at tað nú er tíð til sjálvrannsakan hjá okkum. Akkurát nú er tað í øllum førum ikki nóg gott, staðfesti Andrew av Fløtum eftir dystin.