Seks fólk lótu lív í russiska lýðveldinum Ingisjetia í morgun, tá ein sjálvmorðsbumbumaður sprongdi seg í luftina millum fólk, sum vóru og fylgdu einum løgreglumanni til gravar. Tíggju fólk vórðu særd.
Guvernørurin í Ingosjetia sigur við russisku fjølmiðlarnar, at myndugleikarnir arbeiða við at eyðmerkja bumbumannin.
Russiskir fjølmiðlar siga, at løgreglumaðurin Ilez Korigov, sum fór til gravar, doyði í einum álopi í gjár. Myndugleikarnir halda, at tað vóru somu menn, sum myrdu løgreglumannin, og sum skipaðu fyri sjálvmorðsbumbuatsóknini í dag.