Sjálvmál og javnleikur á Emirates

Champions League: Greitt er eisini, at Bayern München ikki vinnur sín bólk

Átta teir síðstu dystirnir í fimta bólkaspælsumfari í Champions League er spælt í kvøld. Á heimavøllinum í London hevði Arsenal møguleika at tryggja sær fremsta plássið í bólk A, um liðið vann ímóti franska meistaraliðnum, Paris-Saint Germain.

 

PSG kom væl betri frá byrjan og legði seg uppiborið á odda við máli frá Edinson Cavani. PSG var betra liðið í fyrra hálvleiki, men beint áðrenn steðgin fekk Arsenal brotsspark, sum vandamikli, franski framherjin, Olivier Giroud, trygt setti í netið.

 

Í seinna hálvleiki vóru tað sjálvmál, sum eyðkendu dystin á Emirates Stadium. Fyrst var Marco Verratti hjá PSG óheppin at beina bóltin í egið mál, tá ið bólturin varð sparkaður í hann av einum viðleikara. PSG fekk tó ein javnleik burturúr stríðnum, tí at Arsenal svaraði aftur við enn einum sjálvmáli, tá ið Alex Iwobi rættiiga óneyðugt rættaði bóltin av í skeivt mál. Dysturin endaði 2-2, og hetta merkir, at PSG helst vinnur bólk A, meðan Arsenal, sum so mangan áður, helst endar nummar tvey í sínum bólki og kemur víðari úr bólkaspælinum.

 

Í bólki D tapti Bayern München sera óvæntað 3-2 á útivølli ímóti týska FC Rostov. Atlético Madrid vann samstundis 2-0 ímóti PSV, og hetta merkir, at Atlético Madrid vinnur bólkin, meðan Bayern München eisini kemur víðari, tó á øðrum plássi.

 

Í bólki C vann Barcelona 2-0 á útivølli ímóti Celtic. Barcelona vinnur bólkin. Dysturin ímillum Borussia Monchengladbach og Manchester City endaði 1-1, og hetta merkir, at Manchester City somuleiðis kemur víðari úr bólkinum.

 

Í bólki B stríðast Napoli, Benfica og Besiktas um at koma víðari úr bólkinum undan síðsta bólkaspælsumfari.

 

Øll kvøldsins úrslit síggjast niðanfyri:

 

Bólkur A:

Arsenal - Paris-Saint Germain 2-2

Ludogoretz - Basel 0-0 

 

Bólkur B:

Besiktas - Benfica 3-3

Napoli - Dynamo Kiev 0-0

 

Bólkur C: 

Borussia Monchengladbach - Manchester City 1-1

Celtic - FC Barcelona 0-2

 

Bólkur D:

FC Rostov - Bayern München 3-2

Atlético Madrid - PSV Eindhoven 2-0