Við góðari hjálp skoraði Gilli Rólantsson fyrsta málið í 3-0 sigrinum á Tromsø um vikuskiftið. Við sigrinum hevur Brann Bergen lagt seg sjey stig á odda í Tippuliguni, eftir bara átta umfør.
Brann tók á heimavølli móti Tromsø í áttanda umfari í bestu deildini í Noreg. Aftaná 18 minuttir eigur føroyski landsliðsspælarin stóran lut í, at vertirnir koma á odda. Tá hevur tvøramaðurin longu havt eitt skot, sum fór langt uppum.
Hesa ferð er hæddin røtt, men er kós er helst við síðuna av málinum, men bólturin rakar Simen Wangberg hjá Tromsø og fer beint í málið. Gilli Rólantsson spyr ikki eftir og fegnast um málið, men tað verður skrásett sum eitt sjálvmál.
- Venjarin sigur at eg eigi málið, sjálvt um tað verður skrásett sum eitt sjálvmál, so tað taki eg, sigur Gilli Rólantsson.
Tað gongur óvanliga væl hjá Brann, sum hevur vunnið sjey dystir og spælt ein javnan. Tað gevur 22 stig, sum er sjey fleiri enn Rosenborg, ið liggur á øðrum plássi.
Í næstbestu deildini spældi Ári Mohr Jónsson allan dystin, tá Sandnes spældi 2-2 javnleik á útivølli móti Sogndal. Sonni Ragnar Nattestad spældi fyrstu 71. minuttirnar, tá Aalesund vann 2-1 á heimavølli móti Mjødalen. Aalesund liggur nummar eitt við 16 stigum, meðan Sandes hevur 12 stig á triðja plássi.