Í fjør byrjaðu tær tríggjar Anna S. Dalsgaard, Oddvør Poulsen og Jóngerð Poulsen við sjálvhjálparbólkum fyri børn, sum hava mist eitt foreldur.
Tríggir sjálvhjálparbólkar vóru í 2003 við umleið 25 børnum. Arbeiðið hevur gingist so mikið væl, og ætlanin er tí at fara undir nýggjar bólkar í ár. Í fyrsta umfari er talan um børn, sum eru millum 8 og 17 ára gomul. Kanska talan eisini verður um at fáa børn, sum hava mist systkin við seinni.