Tíðindaskriv frá Javna
Fyri at kunna stuðla foreldrum og avvarðandi at børnum og ungum við menningartarni ætlar Javni at skipa fyri sjálvhjálparbólkum.
Hetta er gjørt fyrr við góðum royndum, siga tey, ið vóru við tá.
Ætlanin er, at tey ið vilja vera við kunnu koma saman í smáar bólkar og tosa um evnir, sum eru teimum viðkomandi.
Vit hava fingið Ásvør Skaalum, sálarfrøðing at hjálpa okkum í byrjani og stuðla okkum, tá og um tað er neyðugt.
Prát ella tos loysir ikki allar trupuleikar, kanst tú kanska siga. Men, vit halda kortini, at tað kann hjálpa og styrkja, um vit royna at bera byrðarnar hjá hvørjum øðrum og fyribyrgja, at vit kenna okkum einsamøll í ávísum umstøðum. Tað kann eisini væl henda, at vit við at tosa um felagstrupulleikar á henda hátt finna loysnir úr teimum.
Tey, ið hava áhuga at vera við, kunnu venda sær til Javna.tlf. 314827 ella t-post: javni@javni.fo
Um áhugi er fyri hesum fara vit at byrja í hølunum hjá Javna hóskvøldið 31. mars klokkan 19.30 - 21.30 og hava fundirnar eina ferð um mánan.










