Sjálvandi skulu allar lærubøkur fáast sum ljóðbøkur og vera atkomiligar hjá teimum, ið tørva tær, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum.
Tað var Margretha Næss, sum fekk kærleikskúluna í gjár, sum heitti á myndugleikarnar, um at bera so í bandi, at tað varð lógarfest, at allar lærubøkur eisini áttu at verið tøkar sum ljóðbøkur.
- Sjálvandi eigur tað at vera so. Alt skúlatilfar eigur at vera tøkt sum ljóðbøkur, sigur landsstýriskvinnan.
Hon sigur, at fyri lærarar hevði tað verið ein góður møguleiki at geva børnunum tilfar sum ljóðbøkur, serliga teimum, sum eru lesi- og skriviveik.
- Hetta hevði eisini verið sera gott í teimum heimum, har tað ikki verður lisið fyri børnunum heima, sigur Rigmor Dam. Hon vísir á, at í summum førum, tá foreldur ikki hjálpa børnunum við skúlatingum og tey ikki megna, at lesa sjálvi, møta børnini tí ófyrireikaði í skúlanum morgunin eftir. Fyri hesi hevði tað verið gott, um tey kundu tendra telduna og lurta eftir søgunum heima.
- Tað er ein teknisk avbjóðing, men hana mugu vit loysa, tí hetta er eitt ógvuliga týdningarmikið mál, sigur Rigmor Dam.