Sjálvandi skulu fiskiveiðireglurnar haldast

- Eg vóni ikki, at hendingar sum hendan kunnu skaða tað annars so góða samstarvið, sum er millum Føroyar og Ísland á fiskiveiðiøkinum, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður

Sancy-málið

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø, hevur ongar viðmerkingar til aktuella málið um Sancy, sum íslendska vaktartænastan hevur tikið í íslendskum sjógvi.
- Eg veit ikki meira um málið, enn fjølmiðlarnir vita at siga, sigur hann.
Bjørn Kalsø sigur, at sjálvandi skulu fiskiveiðireglurnar haldast, bæði í okkara sjógvi, og tá ið føroysk skip fiska í fremmandum sjógvi.
Spurdur, um málið við Sancy, sum sambært íslendskum myndugleikum uttan fráboðan var í íslendskum sjógvi, kann fáa nakrar avleiðingar fyri fiskivinnusamstarvið millum londini, sigur hann:
- Nei, tað dugi eg ikki at síggja, at tað skal fáa - og tað vóni eg heldur ikki, tað fær.
Bjørn Kalsø vísir á, at hevði eitt íslendskt skip verið tikið í føroyskum sjógvi, hevði hetta - eins og málið við Sancy og íslendskum myndugleikum verið eitt mál millum myndugleikarnar og reiðaríið.
- Vit høvdu ikki vent okkum ímóti íslendsku myndugleikunum í slíkum føri, sigur hann.
Bjørn Kalsø vísir á, at føroyingar og íslendingar hava gott samstarv á fiskivinnuøkinum, sum ikki minst kemur føroyingum til góðar.
- Eg vóni tískil ikki, at hendingar sum hendan kunnu skaða hetta annars so góða samstarv, sigur landsstýrismaðurin.