Sjálvandi eiga biskupsvalevnisfundirnir at vera almennir!

Í útvarpinum vísti Jústines Eidisgaard heilt beinrakt á, at tað er órímiligt, at bara ein útvaldur skari av kirkjufólkinum skal hava loyvi til at luttaka í teimum fyriskipaðu framløgufundunum í samband við biskupsvalið

Víst hava vit við kirkjuráðunum eitt delegerað demokratið í fólkakirkjuni, tí tað mest praktist í dagliga virkinum hjá kirkjuni. Men, í hesum førðum, tá tað snýr seg um at velja ein nýggjan biskupp, so eiga allir fólkakirkjulimir sjálvandi at hava rætt til at møta á fundi. Annars luktar tað eitt syndur av afturlatnum klubbavirksemi, beint

tvørturímóti øllum tí, sum ein fólkakirkja umboðar.

Tað er heilt órímiligt, at nógv tann stórsti parturin av kirkjufólkinum ikki skal sleppa at hoyra tað orðaskiftið, sum kannska verður grundarlagið undir hvussu prestar og kirkjuráðslimir fara at velja næsta biskuppin. Tá eg sigi kanska, so er tað tí, at vandi er fyri, at valið longu er farið fram í høvdinum á teimum sum skulu velja, uttan at hava hoyrt hvat valevnini umboða og hava at bera fram.

Sosialurin hevur skipað fyri opnum fundi við valevnini, men har rúmast ikki nógv fólk, og tí má eg inniliga heita á tey sum hava fyrireika teir tveir umrøddu fundirnar, um at syrgja fyri almennari atgongd, ella at Kringvarpið gjøgnum útvarp og sjónvarp, gevur kirkjufólkinum møguleika fyri at luttaka í orðaskiftinum.

Føroyingar hava fingið eina fólkakirkju og ikki eina biskups, presta og

kirkjuráðskirkju!