Sjáldsom skúlakonsert við stjørnuskotum

Trongisvágur: Tað er ikki á hvørjum degi at skúlanæmingar fáa høvið at fara á eina konsert í skúlatíð.

Men henda møguleikan fáa næmingar í Suðuroynni kortini fyrrapartin í dag, tá ungdómskórið "Ung Stjørnuskot" fer at hava konsert í ítróttarhøllini í Trongisvági fyri einum stórum parti av skúlanæmingunum í oynni.
Tey vænta sær eina serstaka konsert, tí bæði áhoyrarar og sangarar eru á sama aldri. Og eisini tí, at fyri næmingarnar man tað kennast hugaligt at sleppa vanliga skúladegnumeina løtu, og so fara á eina forvitnisliga konsert.
Kórið hevur havt fleiri konsertir í Føroyum og uttanlands, men fer ikki fyrrenn nú at hava konsertir í Suðuroynni. Konsertin verður sum eitt slag av upphiting til Prix Føroyar, tí tey sleppa at nýta bæði teknikkarar og ljóðútgerðina, sum skal standa sína roynd til kappingina leygarkvøldið. Á konsertini hjá ungdómskórinum úr Havn fer eisini bólkurin Paradox at spæla.
Ung Stjørnuskot er eitt kór undir Kvøldskúlanum og Musikkskúlanum í Havn, og telur 26 fólk í aldrinum 13 til 19 ár. Leiðari í kórinum er Sigrið Sivertsen.