Sjáldsom fiskasløg undir Føroyum

Magnus Heinason hevur gýtandi lýra undir Føroyum. Hóast fiskurin er kendur í Føroyum, so er ikki vanligt, at hann gýtir undir Føroyum.

Magnus Heinason er liðugur við fyrra part av yvirlitstrolingunum á landgrunninum (túrur 1104). Sum nakað nýtt varð gýtandi lýrur fingin.

Lýrur er ein fiskur, sum sær út sum ein stórur hvítingur við upsahøvdi; hann verður nevndur »lyssej« á donskum. Lýrurin varð fingin nærhendis gýtingarøkinum hjá upsa, sum er í »holinum« eystan fyri Fugloynna.

Lýrur er tó ikki beinleiðis sjáldsamur undir Føroyum, men tað nýggja er, at hann nú gýtir her. Frásagnir eru eisini komnar frá fiskimonnum um nøgdir av lýri norður úr Ennibergi

Meira kann lesast á www.hav.fo