Fyri skjótt tveimum árum síðani varð ein sokallaður »Chapter« undir »Full Gospel Business Men?s Fellowship International« (FGBMFI), stovnaður í Havn. Stovnararnir vóru ein flokkur av monnum frá ymiskum yrkjum og samfelagstilknýtum.
Felagsnevnarin hjá FGBMFI-luttakarum er trúgvin á teir bíbilsku sannleikarnar, ikki bert sum grundarlag undir teirra egna lívi, men eisini í vinnulívinum og yvirhøvur í samfelagslívinum.
Á hesum grundarlagi bjóðar FGBMFI kvinnum og monnum til skeið í Havn komandi fríggjadag seinnapart og leygardag fyrrapart. Evnið á skeiðinum er:
LEIÐARAVENJING - GRUNDAÐ Á SANNLEIKAR BÍBLIUNNAR.
Millum umrøðuevnini kunnu nevnast:
Støðið undir leiðslu
Lyklarnir til drívkreftir menniskjans
Starvsfólkastrategisk alliansa
Røttu persónar á røttum støðum út frá natúrgivnu eginleikum
Umrøðuevnini verða lýst út frá tí, ið Bíblian sigur. Rúm tíð verður givin til samskifti av sjónarmiðum og royndum innan tey einstøku økini. Leiðaraskeiðið er fyri øll, ið tekna seg, so leingi pláss verður.
Tað var hin amerikanski mjólkavirkisframleiðarin Demos Shakarian, sum fyrst í fimmtiárunum stovnaði FGBMFI. Høvuðsbygnaðurin í arbeiðinum vóru MORGUNMATAMØTINI, har limirnir bjóðaðu arbeiðsfeløgum sínum og øðrum kenningum frá gerandislívinum við. Her greiddu teir hvør øðrum frá praktiskum tilburðum úr gerandislívinum, har trúgvin á innihald gleðiboðskaparins var miðdepilin. Morgunmatarnir vórðu sum oftast fyriskipaðir á hotellum, resturatiónum og kaffistovum, har allir kundu kenna seg »heima«.
Rørslan hevur breitt seg kring alla heim. Hvørja viku savnast hundraðtúsundtals menn við tí endamáli at bera teim innbodnu og hvør øðrum fram vitnisburð um lívið saman við Kristusi.
Í sambandi við Leiðaraskeiðið her í Havn, verður leygarkvøldið skipað fyri døgurða (Galla dinner) á Hotel Hafnia við sangi og vitnisburði. Eins og Leiðaraskeiðið, er døgurðin eisini fyri allar, ið tekna seg, annaðhvørt teir eru einsamallir, saman við hjúnafelaga, vinum, familju ella kenningum.
Orðið Buisness Men í heitinum FGBMFI-felagskapinum má skiljast við støði í tí amerikanska týdninginum av hugtakinum. Á føroyskum hevði »gerandisdagsins menn« verið ein nøkulunda røtt týðing. Hetta snýr seg sostatt um púra vanlig menniskju, sum nógva av tíð síni eru upptikin við at vinna til »hitt dagliga breyðið«. Tað merkir, menniskju, sum hava nógv um at vera í gerandisdegnum, men sum hóast tað, kenna ein longsil eftir djúpari meining í lívinum. Allir, sum kenna tað soleiðis, eru vælkomnir gestir til døgurðan og luttakarar á Leiðaraskeiðinum sigur Mads A. Winther formaður í FGBMFI-Føroyar.










