Tey mest sjáldsomu búøkini hjá plantum og djórum í Føroyum fáa ikki neyðugu verjuna, sum ein náttúrufriðing kundi givið teimum. Nakrar av teimum mest sjáldsomu plantunum eru nú so fáar í tali, at tær av álvara eru í vanda fyri at doyggja út.
Tíðarritið Frøði er júst komið í blaðsølurnar, og í einari av greinunum verður vitjað á Hvítanesi, sum einsamalt hýsir eina av teimum mest sjáldsomu plantunum, vit eiga í Føroyum. Talan er um Sævarrossatunguna. Magnus Gaard og Janus Hansen, lívfrøðingar, greiða frá fjølbroytta plantu- og djóralívinum í fjøruni á Hvítanesi við tí eyðkenda hvíta skeljasandinum. Í summar vóru fýra lítil skordýr funnin her, sum ikki eru sædd aðrastaðni í landinum.
Kvinnur í Føroyingasøguni
Føroyingasøgan snýr seg um stríð millum menn, og langt er millum søgubrotini, har kvinnurnar frá hesi tíðini koma upp í part. Tær fáu kvinnulagnurnar, sum tó eru nevndar, hava týdning fyri søgugongdina. Turið Megineinkja var djørv og ræddist ikki at taka til vápna, emðan Tóra, dóttir hennara, varð søgd at vera klók og manslig og ikki serliga vøkur. Kvinnurnar í víkingatíðini høvdu ávís rættindi, sum seinni viknaðu, greiðir Marjum Arge Simonsen frá í greinini um Kvinnurnar í Føroyingasøgu.
Í samstarvi við granskingarstovnarnar í Føroyum gevur Føroya Fróðskaparsetur út Frøði. Í blaðnum hesuferð eru eisini greinar um bustmaðkar, dustlús, hvalir og ein føroyskan stein hjá danska prinsinum fyri 200 árum síðani. Frøði kostar 48 krónur í leysasølu. Tað ber til at gerast haldari fyri 85 krónur um árið og fáa blaðið sent.