25.000 sjúkrarøktarfrøðingar í Kenya, sum hava verið í verkfalli við kravi um hægri løm, hava fingið sekkin.
-Landið kann ikki sita hendur í favn og hyggja at, meðan fólk líða á sjúkrahúsunum, tí tey ikki fáa ta neyðugu røktina frá sjúkrarøktarfrøðingum og øðrum starvsfólki, sigur talsmaðurin hjá stjórnini, Alfred Mutua. Hann leggur afturat, at nøvnini á teimum 25.000 uppsøgdu eru strikað av tí almenna lønarlistanum.
Sjúkrarøktarfrøðingarnir fóru í verkfall fyri at mótmæla, at ein lønarhækking, sum partarnir samdust um í fjør, ikki er sett í verk.










