Sjúkrarøktarfrøðingar tóku læknaavgerðir

Tá ið verkfall var, og leiðslan á Landssjúkrahúsinum tók avgerð um at avlýsa allar ikki bráðneyðugar skurðviðgerðir, vóru avvarðandi læknar í fleiri førum ikki kunnaðir um hetta.

Tá ið sjúkrahúsleiðslan hevði tikið avgerð um at avlýsa allar skurðviðgerðir, ið ikki vóru bráðneyðugar, var hetta gjørt uttan um fleiri av avvarðandi læknum. Sum skilst var tað í onkrum føri enntá ein sjúkrarøktarfrøðingur, ið gjørdi av, um talan var um bráðneyðuga skurðviðgerð ella ikki.

Tóku læknafakligar avgerðir
Tá ið Jóhan Petur Davidsen, uppsagdur yvirlækni, frætti, at yvirsjúkrasysturin á skurðdeildini hevði avlýst fleiri av ætlaðu skurðviðgerðunum hjá honum eftir øllum at døma við vælsignilsi frá sjúkrahúsleiðsluni, var hann ikki blíður.
Jóhan Petur Davidsen tók so ógvulsligani til í hesum sambandi, at sjúkrahúsleiðslan ynskti at siga hann úr starvi. Jóhan Petur Davidsen kundi ikki góðtaka, at sjúkrarøktarfrøðingur tók læknafakligar avgerðir.
Hóast ákæruritið móti Jóhan Petur Davidsen, sum Sosialurin hevur fingið hendur á, bert viðgerð ósemjur í leiðsluhøpi, ynskir sjúkrahúsleiðslan at siga hann úr starvi sum tænastumannasettur yvirlækni eisini.
Sum skilst kunnaði Jóhan Petur Davidsen sjúkrahúsleiðsluna á fundi tann 19. oktober um, at hann ikki kundi góðtaka, at sjúklingaviðgerðir hjá honum vóru avlýstar, uttan at hann var vitandi um hetta. Dagin eftir fekk Jóhan Petur Davidsen bráddliga at vita, at sjúklingarnir vóru kallaðir inn aftur, og heldur ikki hesaferð varð hann kunnaður um hetta.
Sum skilst á læknum, er væntandi, at avgerðin hjá sjúkrahúsleiðsluni um at lata sjúkrarøktarfrøðingar taka avgerð um, hvat er bráðneyðug skurðviðgerð og hvat er ikki, verður kærd til landslæknan.