Í Uruguay hava myndugleikarnir ákært tveir sjúkrarøktarfrøðingar fyri at hava beint fyri minst 16 sjúklingum. Teir báðir sjúkrarøktarfrøðingarnir, tveir menn, eru 39 og 46 ára gamlir, og sambært ákæranum hevur annar játtað seg sekan í 11 drápum og hin í fimm.
Undir avhoyringum hava teir báðir menninir sagt, at teir hjálptu sjúklingunum at doyggja fyri at hjálpa teimum burtur úr líðingunum, og sambært ákæruritinum eru teir ákærdir fyri samkensludráp. Í nøkrum førum sprændu sjúkrarøktarfrøðingarnir morfin inn í æðrarnar hjá sjúklingunum, og í øðrum førum sprændu teir luft í æðrarnar.
Ákæruvaldið í Uruguay sigur, at tað er ikki vist, at teir báðir ákærdu vóru einsamalir um tað, sum teir gjørdu, og tað er heldur ikki óhugsandi, at teir hava beint fyri munandi fleiri sjúklingum enn teimum 20. Onkrir fjølmiðlar hava nevnt, at tað rætta talið kanska togar í 50.