Tað skrivar Landssjúkrahúsið á heimasíðu síni:
– Um tú eisini hevur hug at hjálpa, ber til at skráseta teg á heimasíðuni niðanfyri, so seta vit okkum í samband við teg, um vit fáa tørv á eyka hjálp.
– Vit hava brúk fyri øllum góðum kreftum, so uttan mun til um tú lesur til lækna, er sjúkrarøktarfrøðislesandi ella hevur hug at gera reint, so ert tú vælkomin at melda teg til, skrivar Landssjúkrahúsið.
Og tað ber til søkja á leinkuni HER– og Landssjúkrahúsið minnir á, at fólk mugu viðmerkja, hvørja bakgrund tey hava, tá tey søkja á hesi leinkju.
Eisini Roðin, sum er økistænastan fyri heimatænastu og eldrarøkt í Runavík, Nes og Sjóvar kommunum, sóknast eftir hjálpandi hondum.
– Vegna serligu umstøðurnar, nú Coronavirus ger um seg, hava vit tørv á fleiri hjálpandi hondum at heita á, um á stendur. Okkum tørvar sjúkrarøktarfrøðilesandi, læknalesandi, heilsuhjálparanæmingar, heilsurøktaranæmingar, fyrrverandi røktarstarvsfólk umframt fólk til reingerð og køk. Hevur hetta tín áhuga, ert tú vælkomin at melda til á tpost beintad@rodin.fo ella rodin(at)rodin.fo, skrivart Roðin á heimasíðuni.