Sjúkrahúsverkið hevur nú fingið nýggjan varastjóra

Tað er ein veteranur á Landssjúrahúsinum, sum nú verður varastjóri

Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, hevur gjørt av at seta Tummas í Garði sum varastjóra við læknafakligari bakgrund fyri Sjúkrahúsverk Føroya.

Tummas í Garði er 61 ára gamal, varð útbúgvin lækni frá Københavns Universiteti í 1990 og gjørdist serlækni í anæstesi í 2002.

Tummas í Garði hevur drúgvar royndir sum yvirlækni í anæstesi umframt leiðsluroyndir frá starvinum sum læknastjóri á Landssjúkrahúsinum árini 2005-2013. Seinastu 6 árini hevur hann verið yvirlækni á Landssjúkrahúsinum.

Tummas í Garði tekur við starvinum tann 1. februar 2020.