Sjúkrahúsverkið givið upp fyri skutil

Sum vant las eg ólavsøkurøðuna hjá løgmanni og leitaði eftir visjónum um heilsuverkið og serliga sjúkrahúsverkið, har eg hevði mítt starv.

Tað sum minti um visjónir var, at nú skuldu tey trý sjúkrahúsini samskipast, men hvussu hetta skuldi gerast, stóð einki um.
Eg hevði varhugan av, at sjúkrahúsverkið var givið upp fyri skutil.
Stutt eftir ólavsøku kemur borgarstjórin í Klaksvík við eini grein, har hon roynir at verja Klaksvíkar Sjúkrahús, og tað skilji eg væl, - men hví hundan skal greinin vera gjøgnumsúrgað av ábreiðslum móti Landssjúkrahúsinum.
Nakað seinni kemur ein ávísur politikari úr Klaksvík við ábreiðslum móti Landssjúkrahúsinum, - ábreiðslurnar eru afturvístar sum ógrundaðar.
Sum eitt snarljós koma boðini, at sjúkrahússtjórin á Landssjúkrahúsinum er sagdur úr starvi. Einki skil á grundgevingunum fyri uppsøgnini.
Næstan samstundis kemur yvirlækni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi við drúgvari grein - heilar tvær blaðsíður - hvar Klaksvíkar Sjúkrahús verður hálovað, og aftur her verður klikt niður á Landssjúkrahúsið.
Heilsumálaráðharrin er undir stórum trýsti frá sínum veljarum í Klaksvík og tykist ikki at klára trýstið. Ógrundaða uppsøgnin av dugnaligum sjúkrahússtjóra á Landssjúkrahúsinum er ein skarnsgerð, sum kann skaða sjúkrahúsið í langa tíð, um ikki aðrar kreftir leggja uppí og bøta um skaðan. Sjúkrahúsverkið hevur ov stóran týdning í samfelagnum til at vera slept upp á fjall, so tann skutlar til sín, sum frekastur er.
Vónandi kunnu mistøk gera, at vit fáa ein heilsupolitikk, sum skil er í.