Sjúkrahússtjórin saknar politiskar ætlanir

- Vit noyðast at hava ein dialog við politikar um, hvat vit vilja við føroyska sjúkrahúsverkinum, hvat kann skerjast burtur og hvar støðið annars skal leggjast. Tað sigur Poul Geert Hansen, stjóri á landssjúkrahúsinum, eftir at játtanin til landssjúkrahúsið er skerd við 8,3 milliónum krónum. Hann kann staðfesta, at sum er fara seks milliónir at mangla til lønir næsta ár.

Eftir at løgtingið hevur samtykt uppskotið til fíggjarlóg fyri 2003, er sjúkrahússtjórin Poul Geert Hansen, farin at endurskoða síni tøl fyri næsta ár. Hann gjørdist heldur kløkkur, tá hann í álitinum frá meirilutanum í fíggjarnevndini kundi lesa, at upprunaliga játtanin var skerd við 8,3 milliónum krónum. Sostatt er játtanin til landssjúkrahúsið 259,3 milliónir krónur í 2003.
Nógv tann størsti parturin av játtanini til landssjúkrahúsið eru lønir. Á fíggjarlógini fyri 2002 vóru settar av 197,7 milliónir til lønir, men nú árið fer at halla, mangla góðar 12 milliónir krónur í til lønir. Stívliga helvtin kemst av sáttmálabundnum lønarhækkingum, meðan 6,5 milliónir eru mettar við síðuna av. Hetta vísa turru tølini, hóast landssjúkrahúsið í heyst setti fleiri sparitiltøk í verk fyri at tálma meirnýtsluni. Sostatt er veruliga lønarútreiðslan á landssjúkrahúsinum 210 milliónir.
Eisini næsta ár hækka sáttmálabundnu lønirnar, umframt at landssjúkranúsið hevur fingið álagt at gera eina góðskutrygging av røntgentólum, umframt at fýra skrivstovufólk skulu flytast úr Trivnaðarmálaráðnum til landssjúkrahúsið. Tilsamans er talan um níggju milliónir, ið skulu leggjast afturat lønarútreiðslunum, sum sostatt vera góðar 219 milliónir krónur í 2003.
Men umframt at smærri játtanir til ymisk nýggj tiltøk á landssjúkrahúsinum eru skornar burtur, so kann sjúkrahússtjórin staðfesta, at 7,8 milliónir krónur eru skorðnar av lønarkontoini. Nakað verður vunnið innaftur, orsakað av at útreiðslurnar til ALS-gjaldið og Trygdargrunnin lækka, men tá hetta er tikið við, mangla framvegis seks milliónir.
Gongdin hevur verið tann sama í fleiri ár, hóast fleiri ársverk ikki eru sett á landssjúkrahúsinum í fleiri ár. Í 1998 lupu 5,4 milliónir av á lønarkontoini hjá landssjúkrahúsinum, ið síðan kundu brúkast til onnur endamál. Síðan er avlopið bara minkað, og í fjør manglaði ein millión í til lønir á landssjúkrahúsinum. Í ár er negativa gongdin hildið áfram, og 6,5 milliónir mangla á lønarjáttanini, og harumframt koma sáttmálabundnar lønarhækkingar. Pengarnir skulu útvegast á eykajáttanarlóg, sum í løtuni liggur í løgtinginum.
Frágreiðingin til negativu gongdina er at lønirnar eru hækkaðar, meðan játtanin ikki er økt samsvarandi.

Krevur endurskoðan
Poul Geert Hansen, sjúkrahússtjóri, hevur lítlan hug at tosa um, hvussu umfatandi sparingarnar koma at merkjast, ei heldur hvussu nógvar uppsagnir skulu til fyri at fáa tølini at hanga saman. Men hann ger samtíðis greitt at stórar stórar broytingar skulu gerast á landssjúkrahúsinum, skal tað eydnast at halda játtanina.
- Eg sakni ein yvirordnaðan dialog við politikararnar um, hvat vit vilja við føroyska sjúkrahúsverkinum, hvørji tilboð um viðgerð vit skulu bjóða, og hvat vit ikki skulu bjóða. Sjálvandi ber til at spara pengarnar, men so mugu vit samtíðis gera okkum greitt, hvørt vit vilja skerja heilar funktiónir burtur, um vit kunnu liva við at seingjartalið á landssjúkrahúsinum verður skert munandi, ella hvørja tilbúgving vit skulu hava, spyr Poul Geert Hansen, og leggur afturat:
- Men samtíðis mugu vit gera okkum greitt, at um funktiónir ella konsulentar verða skornar burtur, so er vandi fyri at játtanin til serviðgerð uttanlands hækkar. Og skulu vit finna sparingarnar við at skerja seingjartalið, so mugu vit gera okkum greitt, at heilar seingjardeildir mugu latast aftur. Harumframt er neyðugt við einum minstamarki av sjúkrarøktarfrøðingum og starvsfólki annars til arbeiðis, fyri at ein deild yvirhøvur kann virka. Grundleggjandi spurningurin er aftur: hvat støði skulu vit leggja okkum á, samtíðis sum tað er læknafrøðiliga forsvarligt.
Poul Geert Hansen sigur, at á landssjúkrahúsinum verður í løtuni arbeitt við at gera tilfar um, hvat allar funktiónirnar á landssjúkrahúsinum kosta. Tilfarið skal nýtast í einum dialogi við politikarar.
- Eg veit, at tað er ein trupul diskussión. Men tá pengarnir ikki eru til staðar, so mugu politikarar gera sær greitt, hvat vit kunnu liva við, og hvat borgararnir kunnu liva við, hvørt tað so eru færri tilboð ella longri bíðitíðir, sigur Poul Geert Hansen. Hann sigur, at málið hevur skund, og tí fer hann longu í januar mánað at leggja tølini fyri politikararnar. Hetta er neyðugt, so broytingarnar á landssjúkrahúsinum kunnu koma í gildi so tíðliga sum gjørligt.
Sum longu nevnt vil sjúkrahússtjórn ikki í smálutir við, hvussu umfatandi broytingarnar fara at vera. Hann vísir á, at fíggjarligu karmarnir á landssjúkrahúsinum eru so trongir, at ikki ber til at klípa burtur av her og har, og tí eftirlýsir hann eina politiska støðutakan til málið. Poul Geert Hansen leggur afturat, at neyðugt er at broytingar, sparingar og umleggingar verða gjørdar undir skipaðum viðurskiftum.
- Skulu vit hava nakað fakligt umhvørvi á landssjúkrahúsinum, so krevur tað tryggleika og skipað viðurskifti. Tí nyttar einki hjá mær at sita og hótta við hópuppsagnum og umfatandi afturlatingum av deildum. Í staðin vóni eg at fáa ein positivan dialog við politikarnar, og eisni kundi eg hugsað mær at brúkarakanningar vóru gjørdar av, hvussu fólk eru nøgd við landssjúkrahúsið, greiðir Poul Geert Hansen frá.

Nýggi bygningurin
Á fíggjarlógini fyri næsta ár eru 40 milliónir krónur settar av til nýbyggingina á landssjúkrahúsinum. Sjúkrahússtjórin vísir á, at skal byggiætlanin haldast verður neyðugt við 45-46 milliónum krónum, umframt at neyðugt er við pengum til tilrættisleggingar, so sum mest fæst burturúr bygninginum. Eisini hevði Poul Geert Hansen vónað, at pengar vóru settir av til at keypa tól inn í bygningin, men har verða eingir pengar settir av fyrr enn í fyrsta lagi 2004.
Poul Geert Hansen sigur, at bygginevndin á landssjúkrahúsinum arbeiðir við at fáa eina verklagslóg, ið skal tryggja at tólini kunnu keypast og leverast tíðliga í 2004. Talan eru um tól fyri tilsamans 44 milliónir krónur. Sum er kunnu tólini ikki bíleggjast, áðrenn pengarnir eru játtaðir, og tí kann tað draga út, skal sjúkrahússtjórin bíða eftir pengum á fíggjarlógini fyri 2004, ið ikki verður samtykt fyrr enn um eitt ár.
Eisini verður tørvur á umleið 10 milliónum krónum til umbyggingar, so gamli og nýggi bygningurin kunnu knýtast saman.
- Politikararnir mugu gera sær greitt, at umframt pengar til vanliga raksturin verður neyðugt við umleið 40 milliónum krónum um árið komandi tíggju árini til neyðugar umvælingarnar og umbyggingar á landssjúkrahúsinum, sigur Poul Geert Hansen, sjúkrahússtjóri.