Sjúkrahúsini: Gerandisdagurin eitt stríð um makt

Eg havi varhugan av, at læknar hava havt trupult við at samstarva og eg havi varhugan av, at hesir somu læknar nú royna at forða fyri einum samstarvi ímillum tey trý sjúkrahúsini Hetta sigur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum í viðmerking í kvøld til óttanina í Klaksvík og serliga í Suðuroy, fyri, at tey smærru sjúkrahúsini eru í ferð við at fáa mønustingin

- Seinastu dagarnar hava borgararnir fingið ta fatan, at ætlanir eru um at niðurleggja tey smærru sjúkrahúsini.

Hann sigur, at kjakið hevur stungið seg upp eftir, at yvirlæknar á ávikavist Klaksvíkar og Suðuroyar sjúkrahúsi hava verið í fjølmiðlunum og ávara móti einari samstarvsavtalu millum sjúkrahúsini.

- Hetta, uttan at víst verður til, hvør trupulleikin er við samstarvsavtaluni.

Aksel V. Johannesen leggur dent á, at endamálið við samstarvsavtaluni er eina og aleina, at fáa tey trý sjúkrahúsini at samstarva betur.

- Samstarvsavtalan tryggjar at vit fáa gagnnýtt starvsfólka og fíggjarliga tilfeingið soleiðis, at borgarin fær eina optimala tænastu fyri skattakrónurnar.

Hann staðfestir, at somuleiðis verður funnist at einari avgerð, sum landsstýrismaðurin tók í juni mánað 2009 um at leggja fíggjarligu ábyrgdina av játtanini til serviðgerð uttanlands undir leiðandi yvirlæknarnar á Landssjúkrahúsinum.

Hetta er fyri at fáa tamarhald á útreiðslunum , sigur hann

- Í hesum sambandi hevur Heilsumálaráðið arbeitt við at gera leiðreglur fyri, hvussu játtanin skal umsitast. Leiðreglurnar eru ikki góðtiknar av landsstýrismanninum enn, og tí heldur ikki settar í verk.

- Í hesum sambandi skal eg boða frá, at ongar ætlanir eru um, at tey smærru sjúkrahúsini ikki skulu hava møguleika til, at senda sjúklingar uttanlands til viðgerðar, ella at hesi sjúkrahús ikki skulu hava møguleika fyri at fremja heimtøkuverkætlanir í framtíðini.

Landsstýrismaðurin sigur, at tað hevur víst seg, at tað hevur verið trupult at fáa ávísar yvirlæknar at samstarva.

- Gerandisdagurin hevur í alt ov stóran mun verið eitt stríð um makt. Og eg havi varhugan av, at somu læknar framhaldandi hava ilt við at samstarva og nú gera sítt til, at leggja forðingar fyri einari samstarvsavtalu millum sjúkrahúsini, sum ein part av teirra maktspæli.

- Strategiin er, at leggja Heilsumálaráðið og landsstýrismannin undir, at hava eina dulda dagsskrá, um at niðurleggja smáu sjúkrahúsini.

- Hetta er fullkomiliga burturvið, og skal eg staðiliga avvísa, at tílíkar ætlanir fyriliggja, sigur Aksel V. Johannesen

Og hann hevur eina bøn:

Latið ikki ógrundaðar illgitingar leggja fótonglar fyri einum góðum framtíðar samstarvi millum sjúkrahúsini. Eitt samstarv, sum sjúkrahúsini, starvsfólk og ikki minst borgarin vilja fáa stórt gagn av.

- Lat okkum fáa sjúklingin í fokus, sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum