Sjúkradagar hjá børnum kunnu fækkast

Vikuskiftið 26. og 27. september verður eitt gylt høvi hjá starvsfólkum á barnaansingarøkinum at sleppa á skeið um vælveruna hjá børnunum, sum tey eru um.

Skeiðið er eitt úrslit av menningardegnum, sum Føroya Tele og Suðuroyar Sparikassi skipaðu fyri í Øravík fyrr í summar.
Út frá hesum er nú ein bólkur skipaður, sum er farin í gongd við at fyrireika enn eitt skeið í Suðuroynni.
Skeiðini fara í størstan mun at snúgva seg um heilsu og vælveru.
- Arbeiði er nú komið so væl áleiðis, at ætlanin er at hava fyrsta skeiðið vikuskiftið 26. og 27. septembur, sigur ein av stigtakarunum, Sirið Stenberg, heilsufrøðingur.
Fyrsta skeiðið verður fyri starvsfólk á barnaansingarøkinum, og fer serliga at snúgva seg um reinføri. Endmálið við hesum evni er at fáa sjúkradagarnar bæði hjá børnum og starvsfólki at minka munandi.