Ein maður hevur stungið ein ein lækna, ein sjúkrarøktarfrøðing og eitt annað starvsfólk á Odense Universitetshospital. Læknin, sum er 34 ára gamalm, bleiv skorin í búkin, og ein 34 ára gamal sjúkrarøktarfrøðingur varð stungin í bringuna og í andlitið. Ein 30 ára gomul kvinna varð skorin í búkin.
Løgreglan er boðsend, og hon sigur, at gerningsmaðurin hevur læst seg inni í einum rúmi á sjúkrahúsinum, og at løgreglan roynir at fáa hann at geva seg yvir.
Maðurin, sum er 47 ára gamal, er sálarliga sjúkur og varð tvingsilsinnlagdur á sjúkrahúsið í gjár.










