Og hvørja ferð sita vit sjúklingar her á Sjúklingahotellinum Tórshavn í Keypmannahavn spent og bíða. Serliga er tað Dagur og Vika og kristiligu sendingarnar, sum vit gleða okkum til, og sum sjúk og eldri fólk helst vilja síggja. Men gakk! Vit klikkja og klikkja og bíða í tolni, men onki kemur á skíggjan. Høvdu tit so av illum sett ein tekst á, sum boðaði frá, at sendingin kortini ikki kemur, so vistu vit tað um ikki annað. Í staðin sita vit og føla okkum hildin fullkomiliga fyri gjøldur av Sjónvarpinum.
Tá tað kemur til at leggja sendingar út á netið annars, er støðan onki frægari og mest sum vindurin blæsur. Til dømis vóru sendingarnar frá 22. og 23. juni ikki lagdar út á netið fyrr enn klokkan 23, also á midnátt danska tíð, tá øll langt síðani vóru farin í song. Og at hyggja eftir røstum tíðindum dagin eftir, tímir ongin.
Lat meg minna á, at allir vit sjúklingar her á Sjúklingahotellinum hava goldið kringvarpsgjald umframt 69 milliónir umvegis skattin. Tí haldi eg ikki, at tað er ov nógv at krevja, at vit fáa hasa netvarpstænastuna, sum tit lýsa so nógv fyri. Ein slík tænasta átti nettup at komið føroyingum til góðar, sum vegna sjúku eru noyddir at fara av landinum ofta í longri tíðarskeið. Tað er nóg ringt at skapa sær ein vanligan gerandisdag aftur heima eftir drúgva sjúkralegu uttanlands, og tað ger tað ikki lættari, tá vit als ikki kunnu fylgja við í prátinum um hendingar og tíðindi, sum hava verið á breddanum, og sum fólk heima tosa um.
Sjálvur havi eg verið her á Sjúklingahotellinum í 8 mánaðir nú, so eg veit, hvat eg tosi um. Og eg eri ikki einsamallur, tí allir hinir á leið 50 sjúklingarnir her kenna seg eisini stak vónsviknar av Kringvarpinum.
Eg havi nú fleiri ferðir ringt til Kringvarpið fyri at fáa tykkum at rætta hetta óskilið, men tað er sum at sletta vatn á gás. 8 tær seinastu Dagur og Vika sendingarnar hava ikki verið sendar beineiðis, sjálvt um Sjónvarpið hevur lýst við tí hvørja ferð.
Tí fari eg enn einaferð vegna bæði meg sjálvan og hinar sjúklingarnar her á Sjuklingahotellinum at heita á Kringvarpið um at fáa hetta í rættlag, ongantíð ov skjótt. At okkara einasti almenni public service stovnur ber seg soleiðis at móti nøkrum av sínum trúgvastu hyggjarum, sum ikki hava annan møguleika at fylgja við føroysku sendingunum, hoyrir ongastaðni heima.










