Sjúkrarøktrarfrøðingarnir, Birna Mohr Joensen, fyristøðukvinna á hvíldarheiminum Naina og Sonja Nielsen, deildarleiðari á B6 á Landssjúkrahúsinum, sum júst hava lokið MSc í heilsuvísindum, hava gjørt eina granskingarverkætlan, sum Granskingarráðið hevur stuðlað.
Verkætlanin snýr seg um, hvørjum stuðli føroyskir krabbameinssjúklingar hava brúk fyri.
Kanningin vísir, at somu viðurskifti hava týdning fyri føroyskar krabbameinsjúklingar, sum onnur gransking vísir. Týdningarmikið er at hava ábyrgdarhavandi lækna tilknýttan tíðliga í sjúkugongdini, serliga við onkologiskari serfrøði. Tað er eisini umráðandi, at sjúkugongdin er samskipað, og at heilsuverkið hevur eina skipaða tørvsmeting av stuðli.
Nýggja kanningarverkætlanin staðfestir, at tað, sum er týdningarmest at fáa avgreitt í sambandi við sjúkugongdina hjá krabbameinssjúklingum, er:
- at sjúklingasamskipari er, sum tryggjar, at sjúkugongdin er samskipað
- at veittur verður stuðul til sjúklingin og tey, sum varða av
- at allir sjúklingar fáa fylgjara, tá teir skulu av landinum í sjúkuørindum
- og at sjúklingar fáa eina skipaða endurmenning.
- Alt hetta eru tilmæli, sum eru nevnd í krabbameinsætlanini frá 2009, og sum ikki eru sett í verk, vita tey í Krabbameinsfelagnum at siga.
Sjálvar siga Birna Mohr Joensen og Sonja Nielsen m.a. soleiðis um granskingarverkætlanina, sum tær hava gjørt:
- Rúgvusmikil gransking er farin fram um krabbamein um allan heim, har veksandi uppmerksemi er á lívskvaliteti, meistring av lívinum undir og eftir sjúku og á sálarligar og sosialar avleiðingar av eini krabbameinssjúku.
Tær vísa á, at sjúkugongdin hjá føroyskum krabbameinssjúklingum er á nøkrum økjum øðrvísi enn í teimum londum, har granskingin er farin fram, og er hetta tí, at vit eru eitt lítið samfelag. Tískil vantar okkum vitan um, hvat hevur týdning fyri føroyskar krabbameinssjúklingar í teirra sjúkugongd.
- Í kanningini eru gjørdar samrøður við átta fyrrverandi krabbameinssjúklingar. Úrslitið av kanningini er tengt at upplivingunum hjá hesum átta persónunum. Tó gevur hesin kanningarháttur nágreiniligt innlit í, hvat hevur týdning. Samanumtikið kann sigast, at tað eru fleiri viðurskifti, ið eru felags fyri allar luttakararnar.
Kanningin vísir, siga Birna Mohr Joensen og Sonja Nielsen, at somu viðurskifti hava týdning fyri føroyskar krabbameinsjúklingar, sum onnur gransking vísir. Týdningarmikið er at hava ábyrgdarhavandi lækna tilknýttan tíðliga í sjúkugongdini, serliga við onkologiskari serfrøði.
- Tað er umráðandi, at sjúkugongdin er samskipað, og at heilsuverkið hevur eina skipaða tørvsmeting av stuðli. Eisini er týdningarmikið, at ábyrgdarbýtið av sjúkugongdini er greitt, tá viðgerð er uttanlands.
Birna Mohr Joensen og Sonja Nielsen vísa á, at tað eisini eru serføroysk viðurskifti, sum teirra kaning avdúkar. Sjúkugongdin er nevniliga í fleiri førum merkt av tilvild, sum kann viðføra bíðitíðir, broyttar viðgerðir, og at viðurskiftini eru tilvildarliga skipað.
- Tað, sum serliga vísir seg í okkara gransking, er, at medisinskir sjúklingar hava ein framíhjárætt, tí viðurskiftini eru betur skipað við kontinuiteti og onkologiskari serfrøði. At allir krabbameinssjúklingar ikki fáa fylgjara, ger, at sjúklingarnir eru fyri ójavna í heilsu, siga tær báðar.
Meira kann lesest um niðurstøðurnar hjá Birnu Mohr Joensen og Sonju Nielsen um heimasíðuna hjá Krabbameinsfelagnum - www.krabbamein.fo










