Girðingin rundan um garðin á psykiatriska deplinum er ikki meir enn 1,6 metrar høgur. Tað hevur ført við sær, at ein sjúklingur ferð aftaná ferð er rýmd av afturlatnu deild. Hóast Sosialurin fyri tveimum mánaðum setti Landssjúkrahúsið andlit til andlits við fleiri trupulleikar á psykiatriska deplinum, er enn einki gjørt við girðingina.
”Tað er ikki í lagi, at einki er gjørt við henda trupulleikan enn”. Soleiðis sigur pápin at einum sálarliga sjúkum, ið hevur verið innløgd á afturlatnu deild í eitt hálvt ár.
Fyri góðum tveimum mánaðum síðan kærdi pápin sína neyð í Sosialinum. Sálarsjúka dóttirin varð rýmd av afturlatnu deild heili sjey ferðir, og fyri hvørja ferð gjørdist hon sjúkari og sjúkari.
”Karmarnir á afturlatnu deild eru rættiliga ringar. Men tað ringasta er, at garðurin er so lágur. Dóttir mín er fleiri ferðir hoppað upp um garðin”, segði pápin 31. Marts 2016 í samrøðu við Sosialin.
Dóttirin er álvarsliga sjúk og hevur alstóran tørv á friði rundan um seg. Men tá hon hoppar upp um garðin, verður løgreglan sett at leita eftir henni, og tær ferðirnar, hon er rýmd, hevur hon millum annað upplivað at verið tvingsilshildin og tvingsilsmedisinerað.
”Sum eg havi skilt tað, er hetta nakað av tí ringasta, tú kanst gera við ein sálarsjúkan. Eg merki, hvussu hon verður verri og verri fyri, fyri hvørja ferð hon hevur verið útsett fyri hesum”, sigur pápin. Dóttirin er ikki rýmd aftur, síðan hon á páskum varð eftirlýst um alt landið í eitt samdøgur. Pápin hevur illgruna um, at hon slett ikki sleppur út í garðin. Og tað harmast hann um, tí dóttirin ikki hevur tørv á at kenna seg forfylgda og avmarkaða.
Pápin sigur, at hann aldrin áður hevur sæð dóttir sína so illa, sum hon er nú eftir einum hálvum ári á psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum.
”Hon hevur ligið innløgd fleiri ferðir í Danmark, og aldrin hevur hon verið so ill og ørkymlað, sum hon er nú”, sigur pápin. Hann veit ikki at siga tað fyri vist, men hann hevur illgruna um, at afturgondin av støðuni hjá sálarsjúku dóttirini kemst av, at hon ferð aftaná ferð verður útsett fyri traumatiskum upplivingum sum at verða tvingsilshildin av løgregluni.
”Hví tey ikki bara hækka girðingina, tað skilji eg ikki. Tað hevði givið okkum avvarðandi størri tryggleika, og tað hevði skapt størri ró rundanum sjúklingarnar”, sigur pápin.
Pápin at dóttrini við sálarsjúku hevur biðið um at verið dulnevndur. In.fo kennir samleikan hjá pápanum. Les viðmerking frá sjúkrahússtjóranum í Sosialinum, sum kemur út í morgin.