Tað eru nógvir føroyingar - bæði sjúklingar og fylgjarar - sum gjøgnum eitt ár eru knýttir at føroyska Sjúklingahotellinum í Keypmannahavn. Hotellið hevur pláss fyri 92 fólkum í senn, men eitt ár, sum í fjør, tá trýstið á hotellið var rættiliga stórt, var ikki so sjáldan, at upp í eini 110 fólk gistu á hotellinum í senn.
Dagligur leiðari á Sjúklingahotellinum er Lene Juul Hallig, og hon hevur verið leiðari í júst trý ár. Tað er eisini dagligi leiðarin, sum hevur havt ábyrgdina av at leiða sjúklingar og starvsfólk gjøgnum hetta árið, nú koronu-farsóttin hevur herjað. Hetta er ein stór ábyrgd, tá havt verður í huga, at tað eru fleiri álvarsliga sjúk fólk - og eisini eldri og gomul fólk - sum gista og eta á sjúklingahotellinum millum ár og dag.
Lene Juul Hallin sigur við Sosialin, nú árið nærkast endanum, at hon er ógvuliga fegin og takksom fyri, at tað hóast stóra smittuútbreiðslu í Danmark - og partvís í Føroyum - hevur gingið so væl at halda smittuni burtur av hotellinum. - Vit hava havt ein tilburð, har ein fylgjari í fjør summar gjørdist sjúkur, men tíbetur spældi hetta væl av, sigur hon.
Leiðarin sigur, at bæði starvsfólk, sjúklingar og fylgjarar hava verið ófør at fylgt teimum fyriskipanum og tilmælum, sum leiðslan hevur sett í verk, og hesi hava í ávísan mun verið tengd at smittustøðuni, serliga í Danmark. - Tá korona breyt út av álvara um miðjan mars og fyrstu vikurnar eftir, høvdu vit lutfalsliga fáar sjúklingar og fylgjarar búgvandi á hotellinum, men síðan einaferð í juni hava vit brúkt umleið 85 prosent av kapasitetinum.
Lene Juul Hallin vísir á, at ein partur av tilbúgvingini hevur verið, at onkur kømur hava verið tøk, um tey skuldu havt verið so óheppin, og Sjúklingahotellið varð rakt av herviligu smittuni. - Tað hevur eisini verið neyðugt at hava fólk, sum krevja serliga vernd, í isolatión á hotellinum, og eg eri sera fegin um, at fólk hava verið so positiv og hava víst eitt slíkt forstáilsi, eins og øll hava roynt at gjørt sítt allar besta við reinføri og spritti - til tess at verja seg sjálvi og hvønn annan.
Dagligi leiðarin vísir á, at neyðugt hevur eisini verið hjá leiðslu og starvsfólkum á sjúklingahotellinum at skipa máltíðirnar øðrvísi, soleiðis at ikki ov mong vóru í matarhøllini í senn. - Nú jólini nærkast, vil eg gjarna nýta høvi at takka øllum, sum hava víst atlit og hava víst eitt serligt forstáilsi, sum talan her hevur verið um. Samstundis vil eg nýta høvi at ynskja øllum eini gleðilig jól og gott nýggjár, sigur Lene Juul Hallin.











