Á Sjókafé við útsýni yvir Runavíkina

- Sjókaféin hevur fingið so dygga undirtøku á havnalagnum í Runavik, at vit hugsa slett ikki um at flyta á annað stað - og skeinkiloyvi liggur okkum avgjørt ikki fremst í huganum, sigur Marita Danielsen

Matur og drekka

Marita, Sunneva og Karhild arbeiddu allar á Runavíkar Sjómansheimi, tá ið sjómansheimið læt aftur í fjør heyst.
- Tað var her, vit komu at kennast, sigur Marita Danielsen, sum ásannar, at tað var hugstoytt at verða uppsøgd eftir trúgva tænastu.
Hon sigur, at tær tríggjar høvdu hug at halda fram við matstovuvirksemi, tá ið sjómansheimið læt aftur.
- Vit spurdu, um vit kundu leiga matstovuna á sjómansheiminum, men tað læt seg ikki gera. Tí fóru vit rættiliga skjótt at hyggja okkum eftir øðrum møguleikum. Hetta endaði so við, at vit leigaðu okkum inn í bygningin, har Eysturoyar Heilsøla var áður.
Maskinverkstaðurin, FJM, hevur átt bygningin í nøkur ár, men seinni hevur so Tórshavnar Skipasmiðja keypt virksemið hjá FJM.

Góðar umstøður
- Her er góður køkur, og hølini eru rúmlig. Útsýnið yvir vánna er vakurt, tí bygningurin liggur nærmast sjóvarmálanum og beint yvir av virkinum hjá Føroya Fiskavirking og bátahylinum í Runavik.
Marita sigur, at Sjókaféin hevur fingið so dygga undirtøku á havnalagnum í Runavik, at tær tríggjar hugsa slett ikki um at flyta á annað stað.
- Grundarlagið undir virkseminum gjøgnum veturin hevur serliga verið fólkið, sum arbeiðir her á havnalagnum. Opið er gerandisdagar millum klokkan 09 og 16, og stongt er í vikuskiftinum. Aftrat teimum mongu døgurðunum, sum vit hava selt arbeiðsfóki, hevur Sjókaféin eisini hýst fleiri ymiskum tiltøkum uttanfyri vanliga upplatingartíð, eitt nú føðingardøgum, konfirmatiónum, brúdleypum, og somuleiðis skipaðu vit fyri nøkrum sonevndum bindiklubbakvøldum til jólar, har bindiklubbar kundu hittast til jóladøgurða. Aftrat hesum hava vit fleiri ferðir havt vitjan av ymiskum bólkum av fólki, bæði føroyingum og útlendingum.
Hon sigur, at tær tríggjar arbeiða allar á Sjókaféini, men tá ið tørvur er á tí, hava tær havt tilkallihjálp, sum Marita tekur til.
- Okkum dámar væl at reka matstovuvirksemi, og fyri mín part skyld vil eg siga, at mær hevur altíð dámað væl at fingist við mat ? og er hetta tískil líkasum mín dreymur, sum við hesum er vorðin veruleiki.
Hetta er fyrsta summarið, at Sjókaféin er opin, og tær tríggjar eru rættiliga spentar eftir at vita, hvussu hendan tíðin kemur at roynast.
- Vit hava longu havt bólkar av útlendingum, og spennandi verður, hvussu summarið kemur at tørna út, heldur Marita.

Einki skeinkiloyvi
Spurd, um tær hava umhugsað at søkja um skeinkiloyvi til kaféina, sigur hon, at tað hava tær ikki brúkt nógva tíð upp á at hugsa um.
- Nei, skeinkiloyvi er ikki tað, sum liggur okkum fremst í huganum. Soleiðis, sum kaféin verður rikin í dag, er ikki neyðugt við skeinkiloyvi, heldur hon.
Umframt at veita fólki, sum koma á gátt, eitt útboð við ymiskum bakstri og dagsins rætti rundan um middagin, hevur Sjókaféin, síðan hon byrjaði í fjørheyst, bæði latið smyrjibreyð og døgurðar út av húsinum.
- Størsta tiltakið, vit hava syrgt fyri mati til, var gallaveitslan hjá NSÍ fyrr í ár, tá ið vit koyrdu út við 300 døgurðar út av húsunum, sum vit síðan serveraðu í ítróttarhøllini. Eg haldi, at hetta eydnaðist ógvuliga væl, sigur Marita Danielsen, sum saman við Sunnevu og Karhild fer undir summarsesongina við góðum treysti í Sjókaféini í Runavík.