Matur og drekka
- Vit hava ein bás á North Atlantic Fish Fair, sum verður umleið 100 fermetrar, og her fara vit at selja mat til framsýnarar og stevnugestir, meðan stevnan verður, sigur Marita Danielsen, sum saman við tveimum øðrum kvinnum, Sunnevu og Karhild, rekur Sjókaféina í Runavík.
Hon sigur, at Sjókaféin eitt nú fer at hava gott smyrjibreyð, sandwich, salatir við kjøtbollum, rundstykkir, wienarbreyð, kaffi, te og sodavatn ? og kanska veikt øl.
- Vit fara ikki beinleiðis at servera døgurðar á stevnuni, tí umstøður eru ikki til tess, men hetta verða meira frokost-líknandi rættir, sigur Marita.
Opið í Runavík
Hóast North Atlantic Fish Fair fer avstað við allari orkuni hjá teimum trimum, sum eiga Sjókaféina, ætla tær tríggjar sær kortini eisini at hava opið í Runavík, meðan stevnan er í høvuðsstaðnum.
- Vit hava fingið aðrar kvinnur at hava opið í Runavík, meðan vit syrgja fyri matinum á fiskivinnustevnuni.
Marita sigur, at tær tríggjar fara sjálvar at taka sær av virkseminum á North Atlantic Fish Fair, og tær ætla sær at fáa einar tvær aðrar kvinnur at hjálpa sær á Sandvíkarhjalla stevnudagarnar.
- Vit fara at royna at gera Sjókaféina hugnaliga, soleiðis at framsýnarar og stevnugestir kunnu kenna seg væl, tá ið tey sessast her hjá okkum, sigur Marita Danielsen.