Klokkan 11 í dag skuldi løgtingsfundur vera, men hann vardi bara fimm minuttir, so var hann liðugur. Á skránni vóru fleiri fyrispurningar, sum skuldi viðgerðast og teir vóru
allir frá Sjálvstýrisflokkinum. Kári á Rógvi skuldi hava svar frá Jóannes
Eidesgaard um realkredittlán til bygningsfígging. Hann skuldi eisini hava
svar frá Jacob vestergaard um sanering, bústaðarskyldu og uppsøgn av festum
og hann skuldi eisini hava svar frá Anniku Olsen um kommununýskipanina.
Síðani var ein fyrispurningur á skránni frá floksfelaga hansara, Kára p.
Højgaard, til Dan M. Knudsen, ríkisumboðsmann, um løgreglustøðina í Runavík.
Men báði Kári á Rógvi og Ríkisumboðið hava boðað frá, at teir eru lagstir
sjúkir og tí vórðu málini tikin av skrá og verða svaraðir aftur seinni.










